Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Tað fyrsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna er ikki, at hon er ein syndari, men at hon er skapað í Guds mynd. Tað er hetta, ið er orsøkin til tað heilt serliga virðið hjá menniskjuni. Uttan mun til útsjónd, rasu, gávur ella evni til at vera virkin, so er menniskjan kortini heilt serlig. Gudsmyndin vikast ikki!

Í dag finnast ymiskar meiningar um, hvussu nógv virði ein menniskja hevur. Hesar ymisku meiningarnar eru óloysiliga tætt knýttar at tí mannaáskoðan, ið menniskju hava. Ein mannaáskoðan, sum nógv hava í dag, er hin naturalistiska mannaáskoðanin.

Naturalisma er í stuttum tann fatan, ið sigur, at nattúran er tað einasta, sum er til. Og um nattúran er tað einasta, sum er til, so kann lívið sostatt ikki hava nakra yvirnattúrliga/andliga síðu.


Her ber til at lurta eftir greinini sum poddkast.

Sambært naturalistisku mannaáskoðanini er Gud tess vegna heldur ikki upphavið hjá menniskjuni. Talan kann ikki vera um eitt persónligt upphav so sum Gud. Harafturímóti er talan heldur um eitt ópersónligt upphav, so sum orka og materia.

LES EISINI  Áskoðan kirkjanar á fosturtøku og hjúnaband broytti Europu 

Uttan Gud og eitt persónligt upphav í líkningini, kann ein sambært naturalismuni sostatt heldur ikki halda uppá, at menniskju hava meira virði enn onnur dýr, tí hetta hevði jú verið eitt slag av diskriminatión. Úrslitið verður sostatt, at menniskjan ikki kann sigast at vera ein heilt serligur skapningur við einum heilt serligum virði.

Mótsætt einari naturalistiskari mannaáskoðan, finna vit harafturímóti eitt fast grundarlag fyri okkara mannavirði í tí bíbilsku mannaáskoðanini.

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til okkara ómissandi mannavirðið: “Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey” (1 Mós 1,27).

Bíblian vísir okkum so at siga okkara mannavirði ígjøgnum Guds egnu eygu. Tað, sum ger okkum menniskju til nakað heilt serligt í mun til allar aðrar skapningar, er hetta, at vit eru skapað í Guds mynd, soleiðis at vit líkjast honum.

Í bókini Bibelens syn på mennesket sigur Agne Nordlander, at tað fyrsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna er ikki, at hon er ein syndari, men at hon er skapað í Guds mynd… Tað er hetta, ið er orsøkin til tað heilt serliga virðið hjá menniskjuni. Uttan mun til útsjónd, rasu, gávur ella evni til at vera virkin, so er menniskjan kortini heilt serlig… Gudsmyndin vikast ikki!

Tann bíbilska mannaáskoðanin vísir okkum altso, at menniskjan er skapað í Guds mynd, og at tað er júst hetta, ið gevur øllum menniskjum eitt ómissandi virði. Mannavirðið vikast ikki, tí at Gudsmyndin vikast ikki! Mannavirðið er ómissandi, tí at Gudsmyndin er ómissandi. Og í ljósinum frá hesum bíbilska sannleikanum um menniskjuna kunnu vit tí eisini taka undir við Gregory Koukl, tá ið hann sigur: “Tað hevur einki at týða, hvussu ung tey eru, ella hvussu gomul tey eru, hvussu lítil tey eru, ella hvussu stór tey eru, hvat ið tey eru før fyri, ella hvat ið tey ikki eru før fyri, um fólk halda, at tey eru virðismikil, dáma tey, ella ikki dáma tey. Tað hevur einki at týða. Hvør einstøk menniskja er vøkur!” Og henda ómissandi vakurleikan hevur hon, tí at hon er skapað í Guds mynd.

LES EISINI  Gud var eisini eitt fostur

Bøn

Heilagi Gud, skapari himins og jarðar! Vit takka tær fyri lívið, ið tú hevur givið okkum. Í tíni mynd hevur tú skapað okkum. Opna okkara eygu, so at vit síggja, hvussu dýrabar hvør menniskja er í tínum eygum. Amen.

Kelda: jonhard.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina