Mikukvøldið byrjar missiónsvikan á Sandi

Hesa vikuna er missiónsvika á Sandi. Lagt verður fyri mikukvøldið við føstugudstænastu í Sands kirkju, og frá hóskvøldinum og vikuna út eru møti í missiónshúsinum. Umframt staðbundið fólk eru talarar og sangkreftir úr Eysturoynni, Havn, Suðuroy og Norðoyggjum.

 

Skráin er henda:

Mikukvøldið 20. mars kl. 20.15: Føstugudstænasta í Sands kirkju

Jákup E. Petersen, prestur, prædikar. Sandoyar ungdómskór syngur.

Drekkamuður og bønarløta verður í missiónshúsinum eftir gudstænastuna.

 

Hóskvøldið 21. mars kl. 19.00: Møti

Ingibjørn Eldevig talar. Sangbólkur úr Leirvík syngur.

 

Fríggjakvøldið 22. mars kl. 19.00: Møti

Janus Thomsen talar. Petur Hans Hansen v/bólki syngur.

 

Leygarkvøldið 23. mars kl. 19.00: Møti

Jógvan Højgaard, trúboðari, talar. Mansbólkurin úr Hvalba/Tvøroyri syngur.

 

Sunnudagin 24. mars

Kl. 12.00 Gudstænasta v/altargongd.

Havstein Klein, prestur, prædikar. Jórun Pólsdóttir og Jan Jacobsen syngja.

Kl. 15.00 Familjumøti við Jónu og Kaj Eli Hansen

Kl. 18.00 Møti við Alfredi Petersen

Jórun Pólsdóttir og Jan Jacobsen syngja.

 

Drekkamuður verður eftir møtini.

Leygarkvøldið og sunnukvøldið verður innsavnan fyri húsið.

LES EISINI  Heimamissiónin á ferð: Hetta gevur styrki og kraft til at halda áfram
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina