Í dag er jóansøka – føðingardagur Jóhannes doyparans

Í Føroyum seta vit óivað mest jóansøku í samband við summarstevnuna, sum suðuroyingar hava hildið í skjótt 100 ár, men upprunaliga er jóansøka eitt gamalt kirkjuligt hald 24. juni til minnis um Jóhannes doyparan.

Jóhannes doyparin er prædikumaðurin, sum slóðar fyri skyldmanni sínum, Jesusi. Foreldur Jóhannesar vóru Elisabet og Sakarias. Tey vóru framvegis barnleys, tá tey vóru komin upp í árini, men við Guds hjálp fingu tey Jóhannes, sum seinni fekk tilnevnið doyparin. Sum vaksin varð Jóhannes ein fjakkandi prædikumaður, sum stundum búði í oyðimørkini, har hann livdi av ongsprettum og hunangi. Hann prædikaði um Guds dóm yvir syndina og doypti fólk við umvendingardópi í Jordanánni. Frá barnsbeini hevði hann vitað, at hetta serliga lívsstarv hevði bíðað honum, har tindurin var at doypa Guds egna son. Jóhannes var sera tilvitaður um sín leiklut sum undangongumaður fyri Jesusi, og hann vísti støðugt á hann, sum skuldi koma og doypa, ikki einans við vatni, men eisini við Guds Anda og eldi.

Minnisdagurin er lagdur eftir føðingardegnum

Vanligt var í fornari kristnari tíð, at halgimenni fingu ein minnisdag uppkallaðan eftir sær, og tað var vanliga deyðadagur teirra. Men øðrvísi við Jóhannes doyparanum. Tá eingil Harrans vitjaði pápa hansara Sakarias, meðan hann gjørdi prestatænastu í templinum, og segði honum, at hann skuldi fáa ein son, segði hann millum annað um sonin, at “alt frá móðurlívi skal hann fyllast av Heilagum anda“ (Luk 1,15). Tí gjørdist føðingardagur Jóhannesar minnisdagur hansara.

Men hvussu varð so funnið fram til føðingardagin? Síðani um ár 300 hava kristin hildið Jesu føðingardag 25. desember. Hóast tað er vanligt at halda, at hesin dagur varð ásettur, fyri líkasum at “yvirtaka” heidnu hátíðina fyri, at sólin vendir, er ein onnur frágreiðing bæði eldri og meira sannlík. Nevniliga at kristin longu áðrenn tað gingu út frá, at Jesus mátti vera gitin sama dag í árinum, sum hann seinni varð krossfestur, nevniliga 25. mars. Tí varð føðingardagurin lagdur níggju mánaðir eftir gitingardagin 25. mars.

Jóansøkan er síðani løgd eitt hálvt ár áðrenn Jesu føðingardag, tí sambært Lukas evangelisti varð Jóhannes eitt hálv ár eldri enn Jesus: “Men í sætta mánaði (hjá Elisabet, mammu Jóhannes) varð Gabriel eingil sendur av Gudi til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria” (Luk 1,26-27). Tað er tá, at Gabriel sigur Mariu, at hon skal verða við barn av hinum Heilaga anda.

“Hann eigur at vaksa, men eg at minka”

Men tað er kortini eisini ein annar symbolskur týdningur við, nær ávikavist jóansøkan og jólini eru løgd. Dagarnir styttast sum kunnugt eftir føðingardagin hjá Jóhannesi, men dagarnir leingjast eftir Jesu føðingardag. Hetta í samsvari við Jóhannesar egnu orð um skyldmann sín Jesus: “Hann eigur at vaksa, men eg at minka” (Jóh 3,30). Og: “Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við Heilagum anda og eldi” (Matt 3,11).

Jóhannes doyparin fekk ein bráðan enda. Aftaná at hava funnist at jødiska konginum Heródesi Antipas fyri at hava gift seg við Heródias, sum var kona bróður hansara, varð Jóhannes settur í fangahús. Kongur drálaði við at avrætta doyparan, sum var ein karismatiskur persónur, men tá stjúkdóttir kongs bað um at fáa høvur doyparans á einum fati afturfyri ein hugtakandi dans fyri kongi, varð Jóhannes hálshøgdur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina