Víðgongdir hinduarar neyðtóku fýra ára gamla gentu, tí pápin vildi ikki gevast við at boða gleðiboðskapin

India: Víðgongd hindufólk neyðtóku 4 ára gomlu dóttir ein prest í Miðindia, tí hann noktaði at gevast við at bera út gleðiboðskapin, boðar ein trúboði í økinum frá.

Samuel, prestur í Inda, ið samstarvar við Open Doors USA, greiddi í The Christian Post frá, at gjøgnum árini hevur hansara prestaembæti saman við hundraðtals øðrum kristnum verið forfylgt vegna trúgv teirra í hesum asiatiska landi.

Hann segði frá eini hending hjá einum presti og konu hansara, sum, stutt eftir tey vórðu gift, gjørdu av at flyta til ein lítlan bý í Miðindia at byrja arbeiði fyri børn.

– Tey vildu bjóða gleðiboðskapin til hesi børn, sum vórðu koyrd til heim teirra, segði Samuel. – Áðrenn langt um leingi kláraðu hesi børn seg væl í skúlanum og broyttu atferð, so foreldur teirra gjørdust forvitin og spurdu um Jesus.

Við vaksandi áhuga fyri kristindóminum, gjørdu presturin og kona hansara av at byrja við eini lítlari kirkju í egna heimi sínum. Um somu tíð byrjaði lítla dóttir teirra í barnagarðinum á staðnum.

Fekk hóttan um at gevast

Stutt aftaná at kirkjan var byrjað, hóttu víðgongdir hinduar prestin og góvu honum boð um at gevast við at boða gleðiboðskapin. – Teir bóðu hann gevast við at hava gudstænastur, annars fekk tað álvarsligar fylgjur, greiddi Samuel frá.

Men presturin vildi ikki slaka og segði við víðgongdu hinduararnar: – Gud mín hevur kallað meg at tæna hesum børnum og fólkinum í hesum býnum. Gerið við meg, hvat tit vilja.

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

Ikki so leingi eftir hesa hending, tá presturin var farin á ráðstevnu, vóru telefonboð til konuna frá skúlanum um, at dóttir teirra var vorðin sjúk og spýði.

– Tey søgdu, tú mást fara til læknan við henni, hon er ógvuliga illa fyri, greiddi Samuel frá. – Hon græt alla tíðina, og fór mamman tí við henni til lækna.

Á sjúkrahúsinum greiddu læknarnir mammuni frá, at dóttir teirra var neyðtikin.

– Víðgongdu hinduararnir høvdu lagt ætlan og valt nakrar menn  og sent teir á skúlan fyri at neyðtaka ta fýra ára gomlu, segði Samuel. – Tað skakaði lívið hjá prestinum og konu hansara.

Myndugleikarnir látast ikki um vón

Hóast áhaldandi royndir at senda klagu inn til løgregluna, vórðu presturin og konan ikki hoyrd.

– Tey vistu ikki síni livandi ráð; skúlin avsannaði øllum, og løgreglan lurtaði ikki. Umsíðir kom ein av okkara sjálvbodnu í samband við tey, og vit hava síðani hjálpt teimum.

– Tey hava tað trupult, men av Guds náði vórðu tey hjálpt gjøgnum truplu tíðina, helt Samuel áfram. – Gud arbeiðir. Presturin segði mær, tá eg hitti hann, at hann var um at gevast við kirkjuarbeiðinum eftir tað, sum hendi barni teirra. Men tey komu seg aftur og skilja, at Gud framvegis kann brúka tey at leiða onnur til Krist.

– Í dag, legði hann aftrat, halda tey fram við arbeiði sínum við børnunum í grannalagnum.

Støðan hjá kristnum versnar

Samuel fortaldi The Christian Post, at slíkar søgur eru ikki óvanligar í India, ið er á listanum sum 10. ringasta tjóðin í heiminum, tá talan er um kristna forfylging, sambært eftiransingarlistanum hjá Open  Doors USA í 2019.

LES EISINI  Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Síðani Bharatiya Janata-flokkurin kom til valdið í 2014, eru atsóknirnar hjá víðgongdum hinduum móti kristnum og øðrum átrúnaðarligum minnilutum øktar. Samuel segði, at aftrat tí ætlar stjórnin at seta víðgongdar lógir móti at skifta trúgv í gildi, sum høvdu revsað tey, sum skifta til kristindóm.

Harumframt roynir stjórnin at forða fremmandari fígging av kristnum og øðrum almannagagnligum felagsskapum, í royndum hennara at skerja vøksturin og breiðsluna av kristindóminum.

– Kristin eru málbólkur hjá stjórnini; hon roynir at steðga vøkstrinum á kristindóminum og blaka kirkjuna út, segði Samuel. Harðskapur er hvønn dag; fleiri enn 50.000 fólk vóru fyri harðskapi síðsta ár, og tað talið bara hækkar.

Kastuskipanin gevur tamarhald

Hinduisma er bygd á eina kastuskipan – eitt slag av sosialari fláskipan – segði presturin, og einans 22 prosent indarar fevna ovastu fláini. Tá limir í lægru fláunum, ofta tey úti á landinum og fátækar ættarbólkabygdir, skifta til kristindóm, óttast limir í ovastu fláini, at tey missa tamarhaldið, segði hann.

– Tey eru bangin fyri, um øll gerast kristin, hvør ræður tá? Tey eru bangin um at missa vald sítt. Tað snýr seg alt um politiskt vald, legði hann aftrat.

Til tess at sleppa undan revsing vilja víðgongdu hinduararnir ofta ikki drepa kristin, men teir vilja skaða ella lamløsta tey, so tey ikki kunnu liva eitt vanligt lív, greiddi Samuel frá.

LES EISINI  World Watch List – nr. 1: Norðurkorea

– Tað versnar hvønn dag, segði hann. – Tað er so ótrygt, eisini hjá børnunum, tó halda hesi fólk trúføst saman um kristindómin.

Hóast slíka forfylging, greiddi Samuel frá, heldur kirkjan í India fram við at vaksa og tað skjótt. – Tað er undranarvert; Andi Guds arbeiðir í hjørtum og sinni hjá fólkinum.

Undur, legði hann aftrat, henda hvønn dag.

– Tá kirkjan kemur saman at biðja, til gudstænastu og bíbliulesnað, henda undur. Fólk hoyra gleðiboðskapin og ynskja, at Kristus verður leiðvísari teirra. Fleiri og fleiri fólk koma hvørja viku. Ja, hóast hesar truplu umstøður. Kristin siga grannunum frá trúgv síni. Hesi fólk, sum hava so nógvar trupulleikar og mótstøðu, eru so órædd og sterk í trúnni, og tað er orsøkin til at kirkjan veksur, var niðurstøða hansara.

– Bið fyri okkum

Samuel heitti á kirkjurnar í vesturheiminum um at biðja fyri kirkjuni í India og hugsa um at stuðla forfylgdum kristnum við fíggjarligum gávum.

– Kirkjan veksur skjótt, og henni tørvar at gerast sterkari í trúnni og læruni og andaligari skipan, legði hann dent á. – Teimum tørvar tilfar; bíbliur, bøkur til prestar. Prestum tørva upplæring.

– Tó, besti háttur at stuðla okkum er gjøgnum bøn, legði hann aftrat. – Biðið fyri okkum, at vit eru sterk í torførum tíðum og um samanhald, so vit standa saman hóast kúgan.

 

Kelda: The Christian Post

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina