Indre Mission í Eysturdanmark hevur tørv á starvsfólkum

Í Sælandi hevur Indre Mission (IM) tørv á heili fýra starvsfólkum, og tí hevur økisleiðarin, Kurt Kristensen, sent eitt bræv til Heimamissiónina, har hann biður um hjálp.

»Ígjøgnum árini hava vit havt nógv góð starvsfólk úr Føroyum, og tað hava vit framvegis,« skrivar Kurt Kristensen, sum nú vónar at finna eitt ella fleiri starvsfólk í Føroyum. Í løtuni leitar Indre Mission eftir:

Kurt Kristensen skrivar, at fólk eru vælkomin at seta seg í samband við hann, um man gongur við einum kalli til fulltíðartænastu. »Um tú sært ein, sum burdi verði eggjaður til søkja eitt av hesum størvum, so ert tú vælkomin at siga honum ella henni frá. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við meg, og so kunnu vit í felag arbeiða víðari við hesum,« sigur Kurt Kristensen at enda.

LES EISINI  Hevur tú hug til eitt spennandi starv í Grønlandi?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina