Iran viðgongur, at loyniliga kirkjan veksur

Herfyri segði Mahmoud Alavi, trygdarmálaráðharri í Iran, at kristna trúgvin breiðir seg í pørtum av landinum, men hann royndi eftir øllum at døma at taka broddin av umvendingunum.

”Kristindómurin breiðir seg alsamt i pørtum av Iran, segði Mahmoud Alavi, trygdarmálaráðharri í Iran í eini røðu fyri shiamuslimskum lærdum tann 4. mai í býnum Qom, har nógvir útbúgvingarstovnar halda til.

Alavi váttaði eisini, at hansara trygdarmálaráð hevði stevnt fólkum, sum vóru vend um til kristna trúgv, og avhoyrt tey. Tað er ein almenn viðurkenning av, at iranska grundlógin regluliga verður brotin, tí har stendur, at “eingin má fáa ringa viðferð ella verða settur undir trýst, bert tí ein játtar seg til eina ávísa trúgv”.

Hann nevndi ikki, at nógv, sum hava skift trúgv, eisini verða hildin aftur – ofta avbyrgd í fongsli – í vikur ella mánaðir, uttan at ákæra verður reist móti teimum og uttan atgongd til ein verja. Summi eru fyri likamligum, sálarligum ella kynsligum ágangi, meðan tey eru varðhaldsfongslað.

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

Alavi royndi eftir øllum at døma at gera lítið burturúr tí týdningi, sum umvendingarnar hava, við at greiða frá, at “hesi, ið skifta trúgv, eru vanlig fólk, sum til dømis selja tvíflísar og tílíkt”. Men í roynd og veru koma fólk úr øllum pørtum av samfelagnum og um alt Iran til Kristus.

 

Kelda: Dansk Europamission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina