Jan Ziskasen hevur fyrilestur um leiðslu

Stóra altjóða leiðsluráðstevnan GLS (The Global Leadership Summit) verður 15. og 16. januar í Norðurlandahúsnium fyri áttandu ferð.

Endamálið við stevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrahaldararnir hava ymisk viðkomandi vinnulig og andalig bakstøði og fara hvør á sín hátt at kveikja og bjóða okkum av, sigur GLS-nevndin milum annað í tíðindaskrivi.

Á skránni verður millum annað Bill Hybels, stovnarin av Willow Creek í Chicago, nevndarformaðurin og forstjórin í hotellketuni Capello Hotel Group, Horst Schulze og Dr. Brené Brown, professari í gransking.

Føroyska íkastið í ár verður Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele. Hann fer at greiða frá sínum royndum sum leiðari, og hvussu tað er at vera leiðari fyri nógvum starvsfólkum og at náa ítøkiligum málum.

Fyri aðru ferð verður eisini skipað fyri einum serligum Ung-GLS fríggjakvøldið 15. januar klokkan 20 – serliga ætlað teimum ungu.

Tað er ókeypis at luttaka til Ung-GLS