Jesusfilmur nú á teknmáli
Heimsins 70 milliónir deyvu fáa nú fyri fyrstu ferð ein Jesusfilm á sínum hjartamáli. Við peningi frá innsavningum fara felagsskapirnir Deaf Missions og The Jesus Film Project at framleiða ein film, har allir leikararnir samskifta á teknmáli.
Felagsskapirnir hava fyribils savnað inn 746.000 dollarar av teimum 4,8 milliónum dollarunum, sum verkætlanin er mett til at kosta. Allir leikararnir í filminum brúka teknmálið American Sign Language (ASL), sum 70 milliónir menniskju í heiminum brúka.
Hjartamál teirra deyvu
Hetta er fyrstu ferð, at deyv fáa møguleikan at síggja film um Jesus uttan at vera bundin av undirtekstum.
Chad Entinger frá Deaf Missions hevur sagt, at ein Jesusfilmur við teknmáli fer at gera risastóran mun, tá tað snýr seg um at boða evangeliið.
– Hjartamálið hoyrir saman við samleikanum hjá einum menniskja. Tá ein sær okkurt á sínum hjartamáli, er tað veruliga nakað, sum skapar gleði í hjartanum, segði Chad Entinger á teknmáli gjøgnum ein tulk í eini samrøðu við Mission Network News.
– Og so kennir ein, at nú tosa tey veruliga við meg. Hetta er mítt mál! legði hann afturat.
Úr sjónarhorni teirra deyvu
Í Jesusfilminum verða “innfødd” deyv brúkt til at miðla frásagnirnar um Jesus til onnur deyv, verður sagt á heimasíðuni hjá Deaf Missions.
Framleiðslan fer væntandi at taka trý-fýra ár.
– Vit trúgva veruliga, at Gud bæði kann og vil brúka filmin á teknmáli til at náa tey deyvu, segði Chad Entinger.
Mong deyv hava kensluna av, at hin tríeindi Gud bara er fyri fólk, sum hoyra, hetta orsakað av tí stóru orku, sum kirkjurnar brúka uppá at náa tey, sum hoyra, metir Mission Network News.
Nú verður vónað, at nýggi filmurin fer at broyta hesa fatan.
Jesusfilmurin á teknmáli verður somu longd sum vanligir spælifilmar. Ein brellbiti uppá 10 minuttir við frásøgnini í Jóhannesar evangeliinum 8. kapitul, um kvinnuna, sum var tikin í hori, er longu liðugur. Trýst her.
Brýtur niður forðing
Vit hava sæð stóran vøksur í deyvafelagsskapunum, tá teir hava atgongd til tilfar á sínum hjartamáli. Trot á tilfari er ein sera stór forðing millum tey deyvu og evangeliið um Jesus. Men tøknilig framstig gera tað nú møguligt at miðla tilfarið til tey deyvu betur enn nakrantíð fyrr, verður sagt á heimasíðuni hjá Deaf Missions.
Kelda: Udfordringen