JESUSVEGURIN

Vegurin

Hetta er eitt av teimum elstu heitunum, sum verða brúkt um tey kristnu og ta kristnu trúnna. Í Ápostlasøguni brúkar Lukas hettar heitið fleiri ferðir. Um kristniatsøkjaran, Paulus, skrivar hann:
“Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til VEGIN, menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerusalem” (Áps 9,1-2).

Og tá ið hann endurgevur verjurøðuna hjá ápostlinum Paulusi í Jerusalem, skrivar hann:
“Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikíu, men aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, og eg var vandlátur fyri Gudi, eins og tit allir eru í dag. Og eg veitti hesum VEGI atsókn líka til deyða, legði í leinkjur og gav upp í fangahús bæði menn og kvinnur” (Áps 22,3-4).

VEGURIN

Hetta er ikki bert eitt gamalt heiti fyri tey kristnu og ta kristnu trúnna. Tað er eisini eitt gott heiti:

At liva sum kristin hevur eina byrjan. At liva sum kristin hevur eitt mál. At liva sum kristin er at ganga á VEGNUM. Frá byrjan til enda.

Jesus sigur, at tað at liva sum kristin er at ganga á tí smala vegnum, meðan tað at liva burtur frá Gudi er at ganga á tí breiða vegnum. Matt. 7,13-14.

LES EISINI  Tað profetiska orðið

Við hesum sigur hann eitt sindur um trupulleikarnar, sum vit møta á himmalvegnum, og at tað tí ikki altíð eru so nógv, sum velja hendan vegin. Myndin av tí smala vegnum sigur eisini nakað um, hvussu týdningarmikið tað er at hjálpa hvør øðrum á himmalvegnum.

VEGURIN

Jesus brúkti hettar heitið um seg sjálvan og sín frelsaragerning:
“Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær”
(Jóh 14,6).

Við hesum setir hann orð á tað týdningarmesta av øllum:
Vilt tú liva sum kristin, mást tú ganga vegin við Jesusi. Leggur tú ikki í Jesus, ert tú eingin sannur kristin.

Tað er bert ein vegur: Jesus!

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina