Jóannis Fonsdal: Bøn og forbøn

Í hesum fimta og seinasta bíbliutíma á Bíbliuskeiðnum 2022 fer Jóannis Fonsdal í holt við seinastu avbjóðinga úr Jákupsbrævinum um bøn og forbøn. Eggjað verður til frímóð í bøn og forbøn við niðurlagnum “Verði vilji tín” í vissuni um, at Gud er faðir okkara og vil okkum tað besta. Nortið verður eisini við teir nívandi spurningar, sum stinga seg upp, tá ið undrið ikki hendir.

Heitið á Bíbliuskeiðnum var “Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum”

Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju