Jólaheilsan frá Kirkjuligu Heimamissiónini

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina vilja vit við hesum senda eina hjartans tøkk til allar okkara stuðlar og alt Føroya fólk. Vit eru ómetaliga takksom fyri tykkara hjálp og stuðul, bæði í tí lokala arbeiðinum og í felagsarbeiðinum.

Nógv hendir í fjølbroytta missiónsarbeiðinum ígjøgnum eitt ár. Eitt nú kann nevnast, at áleið 3300 børn, ung og vaksin hava luttikið á okkara legum og konsertum ígjøgnum árið. Stórmøtini í heyst vóru væl vitjaði, har vit samlaðu millum 1000-2000 fólk hvørt kvøldið. Einki av hesum ber til uttan tey mongu sjálvbodnu, sum hava hjálpt til á ymsan hátt.

Leguhúsið hevur verið karmur um eina rúgvu av tiltøkum ígjøgnum alt árið, ið eru til signing fyri mong. Trúboðan verður hvørja viku vitjaður av nøkrum túsund lesarum, og okkara trúboðarar hava havt møtir, andaktir og vitjað fólk kring alt landið. Sjómanstrúboðarin hevur vitjað eina ørgrynnu av skipum og borið meira enn túsund jólapakkar út til okkara sjófólk frá sjómanskvinnuringum kring landið. Og umvegis Heimamissiónsforlagið og okkara nethandil www.manna.fo kemur nógvur góður og kristiligur lesnaður út til bæði børn og vaksin kring landið.

Harafturat hava vit verið í gongd við eitt stórt strategi-arbeiði ígjøgnum árið, har vit hava samlað stýrir, ungdómsleiðarar, sunnudagsskúlaleiðarar, junior-leiðarar og ábyrgdarfólk annars kring landið at tosa um ætlanir við missiónsarbeiðinum komandi árini. Og tann 16. januar 2025 bjóða vit øllum áhugaðum missiónsfólki til Nesvíkar at siga sína hugsan um hetta sama.

Enn einaferð – ein stór tøkk til øll tykkum, ið bera okkara arbeiði, bæði fíggjarliga, við forbøn og við at brúka tímar og dagar av sjálvbodnum arbeiði fyri at vekja upp trúnna í hjørtunum hjá okkara børnum, ungu og vaksnu.

Lat okkum hesa jólatíð minnast til tað, sum jólini í veruleikanum snúgva seg um: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” (Luk. 2,10-11)

Vit síggja við gleði fram til nýggja árið við nógvum spennandi ætlanum og møguleikum fyri at fremja okkara góða arbeiði – at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Takk fyri, at tit eru við okkum á hesi ferð.

Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár!

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina

Jákup Brúsá
Aðalskrivari

Heri Kjærbo
Formaður