Jólakøkur til eldri

Undan jólum bera ungfólk í Vágum, sum savnast í missiónshúsunum í oynni, pakkar við smákøkum saman við einum jólakorti, út til eldri, einsamøll og sjúk. Tey eru sera glað fyri at fáa eina slíka heilsan, og hetta er eisini til gleði fyri tey ungu.

Seinasta leygardag vóru fleiri ung komin saman í missiónhúskjallaranum í Miðvági, har tey pakkaðu pakkar við kleynum og øðrum smákøkum, og um kvøldið varð hetta so borið út til eldri og einsamøll fólk í Vágum.

Tað er ungdómsbólkurin í Vágum, sum savnast í missiónshúsunum í Sørvági, Miðvági og Sandavági, sum stendur fyri hesum tiltakinum, og hetta er 6. árið á rað, at hetta verður gjørt.
– Vit bera pakkarnar við køkunum og einum jólakorti út til fólk, sum eru eldri, einsamøll ella eru rakt av sjúku á ymsan hátt. Tey gerast sera glað og rørd, tá ið vit koma inn til teirra við pakkunum,  fleiri bjóða okkum inn til drekkamunn, og tey undrast yvir, at júst tey skulu fáa hetta frá okkum, sigur Annika Thomassen, sum saman við Lív Arge og Sigurd Fríða Fróðason eru í nevndini fyri ungdómsbólkin.
Hon leggur dent á, at tað eru nógv fólk, sum hjálpa til við at baka køkur, og eisini at pakka pakkarnar.
– Tað er stuttligt og gevandi fyri okkum ungu, at kunna gleða onkran við einum pakka og eini heilsan nú jólini nærkast, sigur Annika.