Jólastova hjá barnaringinum

Mikudagin 18. november skipaði Útimissións Barnaringurin á Toftum fyri árligu jólastovuni, sum er í Tabor. Peningurin, sum kemur inn í sambandi við jólastovuna, fer til útimissiónina.

– Aðalmálið hjá Barnaringinum á Toftum er við bøn og peningaligum stuðli at vera eitt av baklondunum hjá okkara føroysku trúboðarum, sum eru sendir út ígjøgnum kirkju og missión. Barnaringurin hevur hetta motto: “Berið boðini víðari”, sigur Marjan Nielsen.

Barnaringurin á Toftum byrjaði í januar 1983. Í barnaringinum møtast gentur og dreingir í aldrinum 5-14 ár, umleið 100 børn, annanhvønn mikudag frá klokkan 17.30 til 19.00 í missiónshúsinum Tabor. Hvørt ár síðan tey byrjaðu, hava tey skipað fyri einum árligum tiltaki, har foreldur og avvarðandi hava kunnað keypt tað, sum er gjørt í Barnaringinum. Tey flestu árini hevur hetta verið um jóltíðir, men okkurt árið hevur tað ligið beint fyri páskir, tá ið barnaringsárið endar.

– Fyrsta hálva tíman syngja børnini, hoyra orðið og frásagnir frá útimissiónini. Seinna tíman virka tey ymiskt sum verður selt til foreldur og avvarðandi, til Jólastovuna. Til Jólastovuna fær Barnaringurin javnan vitjan og heilsur við myndum frá trúboðarum og volontørum, sum vit stuðla. Saman við eini burturluting fer innkomni peningurin, sum í ár gav 47.000 krónur, til Útimissiónina, sigur Marjan.

– Gott er at frætta og síggja myndir sum siga okkum, at peningurin er komin í rættar hendur og til gleði og hjálp hjá túsundtals børnum og vaksnum gjøgnum árini