#JUNIORLEGAN2019: Gakk tú tryggur

Tað tók ikki nógv meira enn eitt samdøgur, so var juniorlegan 2019 fullteknað. Tað er árliga legan fyri tey, sum ganga á juniormøti kring landið. Júst henda arbeiðsgrein tykist blóma fyri tíðina.

Evnið fyri leguna, sum verður 1.-2. mars, er “Gakk tú tryggur”, og hesaferð eru tað leirvíkingar, sum skipa fyri leguni. Juniorlegan er upprunaliga ein lega, har ymisk staðbundin juniorarbeiði tóku seg saman um at skipa fyri eini legu, og enn er tað so, at ábyrgdin fyri at leggja leguna til rættis ferðast millum ymsu bygdirnar/býirnar.

Vanliga er legan full av børnum/ungum í 11-14 ára aldri, men í fjør vórðu leiðararnir tiknir á bóli av tí ovurstóru luttøkuni – 280 luttakarar umframt leiðarar – og í skundi mátti avtala gerast við skúlan á Oyrabakka, um at 40-50 luttakarar kunnu gista har. Hóast legan eydnaðist væl, var semja eftir leguna um, at luttakaratalið má avmarkast til umleið 160, og so eigur í staðin at verða arbeitt við at stápla tvær legur uppá beinini. Tað verður ikki í ár, men vónandi eydnast tað seinni.

Fyri ikki at gera nøkrum órætt, var tí ein serlig tilmeldingarskipan til leguna í ár, har øll juniorarbeiðini kundu tekna sínar luttakarar til í senn, og øll fingu at vita, nær tilmeldingin lat upp, so tey kundu vera klár. Tað tók so eitt gott samdøgur, áðrenn legan var fullteknað.

Annars eru tvær av legunum í summar fyri juniorar, umframt sangfagnaðin í heystfrítíðini.