Kenni meg kallaðan til Nuuk

Danska sjómansmissiónin, (Indenlandsk Sømandsmission) arbeiðir við at dagføra arbeiðshættirnar á teimum fýra sjómansheimunum í Grønlandi. Broytingarnar eru millum aðrar, at fyrr kallaðust heimini fyri Sjómansheim, men nú kallast tey Hotel Søma, og verða lýst alment sum ein hotellketa.  

– Sjómansmissiónin arbeiðir við at uppraðfesta hotellini, so vit ikki gerast eftirbátur í tí hotell- og ferðafólkamenning, sum í hesum tíðum fer fram í Grønlandi. Tað verður gjørt í tí sannføring, at trupult, og helst ógjørligt, verður at halda fram við tí leisti, sum sjómansheimini hava verið rikin eftir, síðani byrjan í 1969. Tað sigur Niels Chemnitz, sjómanstrúboðari í Nuuk.

-Aðrar broytingar eru, at køkurin og matstovurnar skulu nútíðmangerast og rekast av útbúnum fólki. Harafturat skulu Hotellini útbyggjast og nútíðmangerast, so vit vónandi fáa hægri og betri tænastustøði og harvið fleiri gestir, sigur Niels.

– Fleiri flogvøllir verða longdir, so teir taka størri flogfør, og tað er stórur áhugi millum ferðafólk úti í heimi at vitja í Grønlandi við tí serstaku náttúru og mentan, sum her er, sigur hann.

LES EISINI  Ågot aftur á Føroya Banka

Tjena pening til rakstur og missión

Øll fýra hotellini, sum eru í Nuuk, Sisimiut, Asiaat og í Ilulisaat, eru “Non profit” fyritøkur. Tað vil siga, at endamálið er ikki bara at tjena pening til eigaran, men at tjena pening, so hotellini kunnu endurnýggja seg, og at peningur eisini verður til missión og diakonalt arbeiði, sigur Niels.

-Ein partur av umleggingini og uppraðfestingini, sæðst aftur í, at nú eru fýra sjómanstrúboðarar í Grønlandi, sum eru knýttir at teimum fýra hotellunum, og tað hevur tað ikki verið fyrr. Tað fegnast leiðslan um, og harvið gerst Sjómansmissiónin meiri sjónlig, og vónandi meiri hjálpandi og fevnandi, sigur Niels.

-Hetta er ein krevjandi og spennandi tilgongd, sum fer at taka nakað av tíð. Ein partur av mínum arbeiði, er at fáa hendan nýggja arbeiðshætt framdan, og at hann fer at virka so væl sum gjørligt á øllum fýra Hotell Søma, sigur hann.

-Við teimum fýra sjómanstrúboðarunum, ynskir Sjómansmissiónin at gera meiri við at vitja skip, bátar og jollur. Ætlanin er eisini, at trúboðararnir fara at vera í jakkum, sum líkjast. Harvið fer sjófólkið at kenna trúboðararnar og  Sjómansmissiónina aftur, óansæð hvørja av teimum fýra havnunum teir koma í, sigur Niels.

LES EISINI  Bókaframløga: Nú kemur bókin um Jóhan Olsen út

– Umframt at arbeiða á hotellunum og vitja sjófólkið, so vitja trúboðararnir eisini fangahúsini, og eru við í ymiskum kirkju-. missións- og hjálpararbeiði. Hetta er eitt áhugavert, fjølbroytt, og til tíðir krevjandi arbeiði, sigur hann.

Fleiri grundir undir kallinum

Niels og konan, Gretha, kenna seg kallað til uppgávuna sum trúboðarahjún í Nuuk. Tí seldu tey húsini í Danmark og fluttu til Nuuk fyrst í 2023. Her ynskja og vóna tey at kunna nýta síni síðstu ár á arbeiðsmarknaðinum, Gudi til æru og menniskjum til signingar.

-Tað eru minst tríggjar grundir fyri, at eg og konan kendu eitt gudgivið kall, til at flyta til Nuuk, her eg eri trúboðari.
-Tann fyrsta er sjálvt missiónsarbeiðið, sum er sera fjølbroytt og avbjóðandi.
Fyri tað næsta, er tað tann nýggi arbeiðshátturin, ið skal gjøgnumførast á øllum fýra hotellunum og sum eg skal verða við til at seta í verk.  
Fyri tað triðja, so var mamma grønlendsk og abbi mín var prestur her. Tí havi eg eitt sindur av grønlendskum blóði í æðrunum og havi familju her. Tað dregur eisini, sigur Niels

LES EISINI  Spennandi landsstevna 19. - 21. apríl

Grønlandstoymið havt stóran týdning

Niels hevur eisini eina tøkk og heilsan til Grønlandstoymið hjá Føroysku sjómansmissiónini, sum hevur verið 13 ferðir í Nuuk síðstu 14 árini. Eitt ár forðaði korona ferðini.

-Tit í Grønlandstoyminum eiga stóra tøkk uppiborna fyri trúfastar vitjanir. Hóast eg bara havi verið saman við tykkum hesaferð, so havi eg hoyrt nógv gott um tykkum og arbeiði tykkara her. Tit hava opnað hurðar og nýtt givnar møguleikar, bæði á landi og sjógvi. Tit hava virkað á og út frá sjómansheiminum og verið til signingar og íblástur fyri mong, og fyri okkum, sum nú eru virkin á økinum. Ja, tykkara arbeiði, bønir og kunning eru óivað ein av grundunum til, at vit nú eru fýra trúboðarar, og at eg eri her í Nuuk, sigur Niels Chemnitz at enda.   

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina