Kina setur forboð móti “ólógligum” bíblium
Kinesiskir stjórnarembætismenn hava seinastu mánaðirnar lagt hald á bíbliur hjá fleiri kristnum kirkjum í Jiangxi landslutinum.
Bæði tær skrásettu kirkjurnar og tær ólógligu húsmeinigheitirnar hava verið fyri hesum inndrátti. Í royndini at basa kristindóminum, verða tey kristnu hótt við bót, og bíbliurnar verða mettar sum “ólógligar útgávur”, verður sagt í eini nýggjari frágreiðing frá humanitera felagsskapinum Bitter Winter. – Um bíbliurnar verða tiknar frá okkum, hava vit einki eftir. Vit umhugsa at fáa okkara limir at fjala tær í fjøllunum, sigur ein prestur við Bitter Winter. Í desember luttóku umleið 10 stjórnarembætismenn í eini atsókn móti eini aðrari skrásettari kirkju í Jiangxi. Endamálið var at finna “pirat-bíbliur”, sum antin ikki eru prentaðar í Kina, ella koma frá einari ólógligari prentsmiðju. Men hóast presturin fortaldi embætismonnunum, at kirkjan bara hevði lógligar bíbliur, varð kortini hald lagt á 30 av teimum, skrivar Bitter Winter. Eisini hjá eini húsmeinigheit í Jiangxi varð hald lagt á fleiri kassar við bíblium, sálmabókum og øðrum lesnaði. Samstundis skrásettu embætismenninir samleikaskjøl hjá limunum og hóttu við at fongsla tey, um teir sóu tey aftur, upplýsir Bittir Winter. Fleiri staðni eru tey kristnu givin við at taka bíbliur við í kirkjurnar av ótta fyri at missa tær. Tað er millum annað hent í eini skrásettari adventistakirkju, har myndugleikarnir í desember løgdu hald á 100 “pirat-bíbliur”. Í staðin fyri at taka bíbliurnar við í kirkjuna, eru tey kristnu nú farin at lesa tekstirnar heima aftaná gudstænastuna, skrivar Bitter Winter.
Kelda: Udfordringen