Kirkjan í Irak verður endurreist

Útgjørdir við vón, lívstreysti og fyrigeving eru kristnir irakar í ferð við at endurreisa ta yvir 2000 ára gomlu kirkjuna í Miðeystri, eftir stóru oyðileggingarnar, sum Islamiskur Statur (IS) framdi.

Alsamt fleiri kristin venda aftur til Niniveslættan í Irak, skrivar felagsskapurin Open Doors. Í hesum økinum, sum kann kallast føðingarstaðurin hjá tí kristnu kirkjuni, oyðilegði IS kirkjur og heim, tá teir tóku valdið, og góvu teimum kristnu kravboð: “Konverterað, rým ella doyggj”.

Eftir at IS so við og við hevur mist valdið, venda tey kristnu aftur. Mong hús eru endurreist og fleiri eru undir umvæling. Ein partur hevur valt ikki at koma aftur, í øllum førum ikki fyrr enn viðurskiftini viðvíkjandi heimunum og undirstøðukervinum eru betri. Open Doors skrivar, at nógv arbeiði er eftir at gera, og tørvur er á tilfari, men at fólkið hevur vón og lívstreysti.

Lat krossin hanga

Í býnum Qaraqosh lat ein kvinna, Jandark, krossin á vegginum verða hangandi, tá hon, saman við dóttrini Joumana, leitaði sær skjól í eini kirkju í einum býi nærindis.
– Vit vóru skelkað í tríggjar mánaðir, sigur Joumana við Open Doors, sum hevur hjálpt teimum við millum annað kreppuhjálp og neyðhjálp.

LES EISINI  Iran viðgongur, at loyniliga kirkjan veksur

Tað vardi gott tvey ár, áðrenn tað var trygt at venda heim aftur. Tá tær komu heim, sóu tær oyðileggingarnar, sum IS hevði framt. Heimið var lagt í oyði, og krossurin var brotin sundir í fýra petti. Krossurin var latin eftir sum ein ímynd uppá, at Gud er í Irak og kann ikki rekast burtur haðani. Nú hevur Jandark límað krossin samanaftur og trýr, at Gud á sama hátt vil endurreisa fólkið, stig fyri stig.
– Hvør bygdi kirkjuna? Jesus! Eingin kann oyðileggja ella steðga Guds kirkjuliði, sigur Jandark.

Joumana og Jandark eru til reiðar at endurreisa tilveruna í heimbýnum Qaraqosh. Tey trúgva á megina í fyrigeving. Mynd: Open Doors

Fyrigeving er ein partur av endurreisnini

Ta náttina, tá IS kom, bað Jandark Harrans bøn aftur og aftur. Tá Jandark hetta kvøldið bað um, at Guds ríki skuldi koma, visti hon, at allur býurin, hon sjálv íroknað, var hóttur av nøkrum, sum vildu drepa Guds fólk.

LES EISINI  Tey kristnu í Myanmar: “Biðið fyri okkum”

Fyri tey kristnu í Irak hevur tað at fylgja Jesusi merkt, at tað at endurreisa lív, heim og samfelag eisini merkir fyrigeving – enntá móti teimum, sum oyðiløgdu teirra heim og lív.
– Elskið fíggindar tykkara og biðið fyri teimum, sum forfylgja tykkum, sigur Jandark og vísir til Matteus 5,44.
– Vit mugu liva lið um lið við hesi menniskju, og vit mugu elska tey. Kristin trúgv snýr seg um kærleika, og tí mugu vit møta teimum sum menniskju og ikki sum muslimar, sigur dóttirin Joumana.

Men hóast hóttanin frá IS og øðrum víðgongdum bólkum er nógv minkað, er hon har framvegis.
– Okkum tørvar størri trygd og størri rættvísi fyri fólk okkara, sigur Faðir George í Qaraqosh, og hann leggur afturat:
– Og okkum tørvar politiskan stuðul, sum kann tryggja ta kristnu kirkjuna her á staðnum.

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina