Kirkjan í krígsherjaða Jemen gevur útsettum neyðhjálp

ST kallar borgarakríggið í Jemen heimsins ringasta vanlukku, meðan onnur kanska líka so beinrakið tosa um tað gloymda kríggið, sum ikki fær so nógva miðlaumrøðu sum aðrir brennideplar í heiminum.

Longu fyri borgarakríggið, sum byrjaði í mars 2015, var Jemen eitt av fátækastu londunum í Miðeystri, og atkoman til reint vatn var avmarkað. Eftir meira enn fýra ára borgarakríggj svølta sjey milliónir fólk, 74 % hava ikki atgongd til reint vatn, og meira enn 120.000 fólk hava fingið staðfest kolera fyrsta ársfjórðing í ár.

Mitt í krígsmyrkrinum ber kirkjan tó landsins borgarum ljós. Tey kunnu vera fyri forfylging og mismuni, av tí at tey eru komin til trúgv á Jesus, men hann er teimum nær og ger tey út við Heilaga Andanum til at sýna kærleika og hjálpa neyðstøddum.

Ein staðbundin kirkjuleiðari sigur: “Tað, sum hendir nú, er tað, sum stendur í Guds orði:  “Vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud.” Ja, tann myndin, vit síggja beint nú, er ein mynd av kríggi og stúranum og trupulleikum og líðingum, men hin myndin aftanfyri hesa myndina, er Guds signing. Guds kraft er virkin í hesum samfelagnum í hesum umstøðunum.”

Hjálpin nær ikki einans til kristin, men eisini til hinar íbúgvarnar í landinum, og hon er matpakkar við hveitimjøli, sukri, matolju, bønum og salti. Harumframt verða regnvatnsskipanir og filtur býtt út, so at tey kunnu savna og reinsa regnvatn, bæði til drekkivatn, matgerð og vasking, og á tann hátt eisini bøta um reinførið.

 

Kreppan í tølum:

  • 80% av fólkinum liva undir altjóða fátækamarkinum
  • 74% av fólkinum hava ikki atgongd til reint drekkivatn
  • 7 milliónir fólk svølta
  • 10 milliónir fólk eru einans eitt lítið fet frá svongd og hungursneyð
  • 124.493 fólk fingu staðfest kolera fyrsta ársfjórðing í ár

 

Kelda: Dansk Europamission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina