Kirkjur frá sær sjálvum eftir fleiri Bíblium

Eftirspurningurin eftir Bíblium til Ukraina er uttan fordømi og mong fara tíverri tómhent avstað aftur, tí ongar Bíbliur eru eftir hjá felagnum at lata teimum, sigur aðalskrivarin hjá ukrainska Bíbliufelagnum, Oleksandr Babiychuk.

Hann greiddi frá, hvussu tað neit hann í hjarta at skula skuffa ein prest, ið kom til skrivstovuna hjá sær at biðja um Bíbliur til sína samkomu, skrivar Christian Today.

“Tá hann hoyrdi, at vit ikki høvdu fleiri Bíbliur eftir, bønaði og bað hann um at fáa onkrar av teim Bíbliunum, ið vóru skaddar og oyðilagdar ella onkrar, har síður vóru skraddar úr. Hann segði, “Bíbliurnar vildi havt eitt ófatiliga stórt virði í míni samkomu og í samfelagnum har um leiðir!” Tað var hjartanemandi,” segði Babiyhuk.

Hann hevur nú sett sær sum mál at fáa hendur á 56.000 Bíbliur til ukrainska fólkið.

“Guds orð kann bera troyst og linna, frið og semju til okkara land,” staðfesti Babiychuk. Ein av starvsfeløgum hansara í bíbliufelagnum hevur biðið um forbøn fyri friðin, fyri hermenninar á hermótinum og fyri bæði ukrainsku og russisku stjórnina, “so hjørtu teirra mega vera undir ávirkan Heilaga Andans”.

Bíbliufeløg úr mongum londum, eitt nú Danmark, Noregi, Stórabretlandi, Føroyum oø hava skipað fyri innsamlingum fyri at fáa fleiri Bíbliur til vega til ukrainsku kirkjurnar, hermenninar og familjur teirra.

Fleiri keldur vilja vera við, at bæði jødar og kristin savnast í bumbuskýlum fyri at biðja Sálma 31, ið byrjar við orðunum:

Hjá tær er skjól mítt, Harri, lat meg onga tíð verða til skammar! Bjarga mær í rættvísi tíni, v3  oyra tínum til mín vend! Hjálp mær í skundi! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhalds borg, mær til frelsu! v4  Tí tú ert klettur mín og mín fasta borg.
Sálmur 31,2-4

Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina