Kristin í Norðurkorea uppliva mong undur undir torturi

Kristin í Norðurkorea vita, at tey kunnu koma út fyri sjey-átta ymiskum sløgum av torturi. Tí fyrireika tey seg í bøn og læra Bíbliuna uttanat, áðrenn tey koma í fongsul, og har uppliva tey undur.

Aðalskrivarin hjá Dansk Europamission, Samuel Nymann Eriksen, hevur júst vitjað Asia og havt fundir við kontaktir hjá felagsskapinum viðvíkjandi Norðurkorea. Her hoyrdi hann sera uppmuntrandi tíðindi um tey loyniliga kristnu:

Tey kristnu vita, at tey eru í vanda fyri at koma í fongsul, um tey verða avdúkað. Tey fyrireika seg tí gjøgnum bøn til sjey-átta ymisk sløg av torturi, sum fongsulsmyndugleikarnir brúka. Eisini læra tey so nógv av Bíbliuni sum gjørligt uttanat, so at tey í fongslinum kunnu vera uggað gjøgnum orðini.

– Í grundini uppliva fleiri, at Gud grípur inn á ein yvirnatúrligan hátt, so at tey onga pínu merkja undir torturi. Sum heild uppliva tey forfylgdu kristnu í Norðurkorea mong undur, eisini kropsligar grøðingar, í einum landi, har heilsuverkið er dottið sundur. Samstundis fáa tey, við stuðli frá Dansk Europamission, heilivág, sum tey ikki einans brúka til seg sjálvan, men sum onnur tørvandi eisini fáa gleði av, sigur aðalskrivarin.

LES EISINI  Tóku kirkju niður “vegna fyrilit fyri hinduistiskum Feng Shui”

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina