Kristnar kvinnur bøta tvífalt

Kvinnur eru serstakliga hóttar í mongum av teimum londum, har atsóknir móti kristnum eru ringastar. Tær verða nevniliga ikki einans søktar at vegna trúgv sína, men eisini tí tær eru kvinnur. Menn verða hóttir í arbeiði sínum, meðan kvinnur uppliva kynsligan ágang. 

Vaksandi tal av kristnum kvinnum kring heimin verða atsøktar bæði vegna trúgv sína og kyn. Tað vísir árligi World Watch List hjá felagsskapinum Open Doors, sum er ein met-50 listi yvir tey lond í heiminum, har atsóknirnar móti kristnum eru ringastar.

– Atsóknirnar fevna um eina røð av tí ágangi, ið kvinnur í stórum parti av heiminum líða undir – til dømis tvungin hjúnaløg, ferðaforboð, tvungin fosturtøka og forboð móti at fáa sær eitt arbeiði, reksar René Ottesen, aðalskrivari í Open Doors Danmark, upp.

Avbyrgd frá øðrum kristnum

Kanningin vísir, at atsóknir móti kristnum raka menn og kvinnur ógvuliga ymiskt. Kvinnur verða nógva staðni fyri tvungnum hjúnalagi, neyðtøku og øðrum kynsligum og likamligum ágangi, meðan menn eyðsýniliga verða hóttir viðvíkjandi arbeiði sínum ella verða fyri ikki-kynsligum ágangi.

– Eitt tvungið hjúnalag er ein sera munagóður háttur at avbyrgja eina kvinnu. Verður ein kristin kvinna tvungin at gifta seg við einum muslimi, ið tað eru mong dømi um í sambandi við Boko Haram og IS, verða kvinnurnar avbyrgdar frá sínum kristna felagsskapi, og tær verða ein partur av stórfamiljuni hjá muslimska manninum, har sosiala eftirlitið er ógvuliga umfatandi, greiðir René Ottesen frá.

LES EISINI  – Vert at seta lívið í váða fyri at gera tað rætta

Christy varð rænd

Hjá kvinnum kann aftrat tí ytra sjónliga áganginum leggjast upplivingin av skomm, avbyrging, mismuni og sorg. Tað upplivdi Christy* úr Nigeria, sum saman við eitt ára gamla soninum varð rænd og førd til ein fjarskotnan skóg, har hon ferð eftir ferð varð neyðtikin og sligin.

Tríggjar dagar seinni settu rænararnir seg í samband við mann hennara og kravdu loysigjald. Upphæddin var so stór, at hann varð noyddur at selja alt, sum hann kundi – íroknað týdningarmikla útgerð til landbúnað og mat – umframt at fáa hjálp frá eini kirkju til tess at keypa hana leysa.

Fann fram til kristin

Rænararnir lótu Christy, eina aðra kvinnu og børn teirra leys á miðjari nátt á einum staði, har nakrar gøtur krossaðu í skóginum. Tær høvdu ikki minstu hóming av, hvar tær vóru; myrkt var, og skotið varð nærindis.

– Vit bóðu til Guds: “Vilt tú hava okkum at liva, so mást tú vísa okkum, hvønn veg vit skulu ganga. Men vilt tú, at vit skulu doyggja, tá verði vilji tín.” Eg hevði varhugan av, at Gud segði, vit skuldu fylgja mánanum, so tað gjørdu vit, greiðir Christy frá.

LES EISINI  Gamla konan, sum einki megnaði

Kilometur aftaná kilometur gingu tey á smáum skógargøtum við mánanum sum kumpass. Knappliga komu tey til ein veg, sum gekk inn í eina bygd.

– Vit vistu tó ikki, um tað var ein kristin bygd, so vit vóru varin. Men tá vit sóu, at har var ein kirkja, kendu vit okkum trygg. Tað vísti seg, at kirkjan í bygdini var júst tann kirkjan, sum hevði verið við til at gjalda loysigjald fyri tey, og at limirnir í kirkjuni høvdu leitað eftir teimum.

Fýra kvinnulagnur

Nigeria: Fyri tveimum árum síðani troðkaðu hernaðarligir fulanar seg inn í heimið hjá Aishu. Aisha er 28 ár og mamma hjá trimum børnum. Tá teir sóu eina bíbliu í heiminum, tóku teir mann hennara og dragsaðu hann burtur.

Síðani kravdu teir sex við henni, og tá hon noktaði, varð hon bukað – og varð neyðtikin av tveimum av yvirgangsmonnunum.

Irak: Rita var 26 ára gomul, tá hon varð tikin fangi av IS. Fýra ferðir varð hon keypt og seld sum sextrælur, til hon í 2017 varð bjargað eftir næstan fýra ár við buking, neyðtøku, forfylging, ræðing og avbyrging.

LES EISINI  Áheitan!

Nigeria: Esther var 17 ár, tá hon varð rænd av Boko Haram og førd langa leið inn í Samibisaskógin. Ránararnir royndu, hvat teir kundu, fyri at fáa hana at siga frá sær kristnu trúnna, og tá hon noktaði,  varð hon neyðtikin aftur og aftur. Hon gjørdist við barn og átti eina dóttir.

Tá hon umsíðir varð bjargað, vóru trongdir hennara ikki á enda komnar, tí heimbygd hennara og partar av familjuni vildu ikki bjóða henni og dóttrini vælkomnum heim. Barnið kallaðu tey Boko, og Esther varð einans nevnd Boko Haram.

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina