Kristni gevur orð fyri lívið 

Mánadagin bar KVF tíðindini um, at ótti er fyri, hvussu kristniundirvísingin fer at verða raðfest í fólkaskúlanum. Hesin óttin knýtir seg at einum uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini, sum millum annað snúgva seg um, hvussu tímatalið verður býtt millum lærugreinarnar. 

Sambært lógaruppskotinum er tað eitt politiskt ynski at minka um samlaða tímatalið hjá næmingunum. Samstundis verða núverandi minstumørk fyri tímatølini til hvørja einstaka lærugrein strikað og skift út við eitt samlað tímatal fyri lærugreinabólkar. Kristnikunnleiki verður settur í bólk saman við søgu og samfelagsfrøði. 

Hetta merkir, at tað verður upp til hvønn einstakan skúla at avgera, hvussu nógvar tímar hvør lærugrein í bólkinum skal hava. Í innskúlingini verður bert undirvíst í kristnikunnleika – tveir tímar um vikuna. Í miðdeildini verður søga løgd afturat, og hesar báðar lærugreinarnar hava tilsamans fýra tímar. Í hádeildini kemur samfelagsfrøði upp í bólkin, og samlaða tímatalið verður fimm. Men hvussu hesir tímarnir verða býttir millum hesar tríggjar lærugreinarnar, er upp til skúlan at avgera. 

Lærari og fakfólk, Jútta Gunnarsdóttir Reynslág, ávarar ímóti avleiðingunum av nýggju skipanini. Hon undirvísir dagliga í fólkaskúlanum og hevur við stúran fylgt gongdini. 

LES EISINI  Vit eru meira enn tøl og evnafrøðiligar verur

“At tímatalið í fólkaskúlanum lækkar, førir tað sjálvsagda við sær, at summar lærugreinar fáa minni pláss í skúlunum. Eingin lærari vil, at teirra lærugreinar fækkast í tímum. Ofta síggja vit tað, at ‘smærru’ lærugreinarnar eru tær, sum mugu lúta – ‘smærru’ lærugreinarnar eru kunningarlærugreinar sum søga, landalæra, lívfrøði, kristnikunnleiki og samfelagsfrøði.” 

Við bert fáum vikuligum tímum er kristnilærugreinin frammanundan viðbrekin, og sambært Júttu er vandi fyri, at børnini missa týdningarmikla mentan, um lærugreinin verður niðurtónað enn meira. 

Men fyri Júttu Reynslág snýr hetta seg ikki bara um tímar, men um samleika. Hon vísir á, at kristindómurin søguliga og mentanarliga er ein natúrligur partur av føroysku sjálvsfatanini. 

“Tá vit búgva í eini kristnari tjóð, so er kristindómurin partur av okkara identiteti. Vit hava nógvar kristnar siðir og eina mentan, har bíbilska søgan og ein felags trúgv hava verið ein grundvøllur upp gjøgnum fleiri hundrað ár.” 

Tí heldur hon, at skúlin hevur eina skyldu at geva børnunum innlit í tann mentanarliga og andaliga grundvøllin, sum føroyska samfelagið byggir á. – Hetta skal ikki skiljast sum átrúnaðarlig ávirkan, men sum ein týdningarmikil partur av felags grundarlagnum. Lærugreinin er eisini, sum hon leggur áherðslu á, tað staðið í skúlanum, har arbeitt verður við etikki, sjálvsfatan og atferð mótvegis øðrum menniskjum og fólkasløgum. 

LES EISINI  Vit eru meira enn tøl og evnafrøðiligar verur

Jútta Reynslág leggur dent á, at kristniundirvísingin er eitt av fáu støðunum í skúlanum, har næmingarnir sleppa at arbeiða við tilveruligum og etiskum spurningum – og har ivi, undran og ósemja ikki bara verða góðtikin, men eisini eru ein partur av læringini. 

“Tað er ómetaliga týdningarmikið, at næmingarnir sleppa at spyrja spurningar, tá teir ikki skilja og ivast. Ofta stinga spurningar seg upp, tá okkurt rørist í samfelagnum. Tá má man finna tilfar, sum vísir á teirra spurningar.” 

Hon sigur frá, hvussu spurningar um skapanarsøguna í Bíbliuni og syndaflóðina ofta vekja kjak og forvitni í flokkinum. Júst her læra næmingarnir at lurta, undrast og viðgera ymiskleika og torskild sjónarmið. 

Í undirvísingini letur hon millum annað næmingarnar kjakast um etiskar tvístøður og tala fyri sjónarmiðum, tey kanska ikki sjálv hava, fyri at styrkja teirra fatan fyri øðrum sjónarmiðum. Hetta upplivir hon sum bæði spennandi og mennandi fyri næmingarnar. 

“Eg vóni, at mínir næmingar fara út við einum ríkum førningi av virðing og tolsemi fyri ymiskleika. At teir skilja, hvørji viðurskifti gera seg galdandi, tá vit ikki eru samd. Eg ynski, at tey skilja, at alt ikki altíð er so svart og hvítt, og at viðhvørt broyta menniskju hugsan, og tað er í lagi.” 

LES EISINI  Vit eru meira enn tøl og evnafrøðiligar verur

Meira enn ein lærugrein 

Í eini tíð har alsamt størri dentur verður lagdur á trivnað, treystleika og felagsskap í skúlanum, heldur Jútta Reynslág, at kristnilærugreinin hevur ein serligan leiklut. 
Tað er ikki bert ein lærugrein við faktum og frásagnum, men eitt rúm, har næmingarnir fáa orð fyri iva, skuld, ábyrgd, fyrigeving og vón. 
Eitt stað, har orð verða funnin fyri størstu gleðirnar og djúpastu sorgirnar. 
Og kanska eru tað júst hesi orðini, vit sum menniskju hava mest brúk fyri at læra, um vit skulu verða væl dubbað í teirri eitt sindur ótryggu tíð, vit liva í. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina