Kristnir dreingir eru bestir at bróta mynstrið

Henda grein viðger evnið at bróta burtur úr teimum ofta keðiligu og truplu livimynstrunum hjá borgarum í arbeiðarastættini í einum amerikanskum samanhangi.

Dreingir úr arbeiðarastættini, ið regluliga ganga í kirkju og liva og virka í trúnni, hava dupult so stór líkindi fyri at bróta út úr vanligu yrkisleiðini við framhaldslestri sum teirra ikki trúgvandi vinir, staðfestir ein nýggj kanning.

Hjálparprofessari í jødiskari gransking og samfelagsfrøði á Tulane University, Ilana M. Horwitz, hevur kannað 3.290 tannáringar í tíðarskeiðnum 2003 – 2012 og hevur stuðlað við at fáa upplýsingar til vega frá eitt nú The National Study of Youth and Religion. Professarin hevur júst givið út eina bók við heitinum, “God, Grades, and Graduation” og hevur lagt fram síni kanningarúrslit í eini grein í The New York Times.

Ongin ójavnaður vegna ættarslag
Ilana Horwitz skjalprógvar, at dreingir úr arbeiðarastættini – sama hvat ættarslag – fáa størst fyrimun úr tí, teir kristnu felagsskapirnir kunnu bjóða, tá tað snýr seg um útbúgving.

“Tey, ið vaksa upp í heimum við foreldrum við høgari útbúgving, fáa ikki so stóran fyrimun at vera trúgvandi. Í ávísum førum kann átrúnaðurin beinleiðis avmarka útbúgvingarmøguleikarnar hjá tannáringum(serliga gentum)” greiðir Howitz frá. “Tær fara í alt størri mun at raðfesta tað at gerast foreldur, veita góðgerðir og tæna Gudi heldur enn at leita sær inn á serligar hægri skúlar fyri har at fáa sær eina prestisju-útbúgving,” skoytir hon upp í.

Jødiski granskarin Ilana Horwitz hevur júst givið út bókina, “God, grades and graduation”

Trúgvin skapar slóðarar
“Próvtølini eru eisini sterkasta ábendingar-parametur fyri, um fólk koma inn og enda eina akademiska útbúgving. Átrúnaðarligir dreingir hava meira enn dupult so stór sannlíkindi fyri at fáa próvtøl, ið geva teimum ein fyrimun at verða upptikin á hægri skúlar og atgongt til legatir,” leggur granskarin afturat.

Byrgir fyri “deyða í vónloysisøði”
Sterk trúgv og ein sterkur kirkjuligur áhugi og ídni verjir eisini fyri, at tannáringar kenna seg eydnuleysar og enda í onkrari misnýtslu.
“Síðan byrjanin av 2000-árunum, tá børnini í míni kanning gjørdust tannáringar, hevur ein ógvuslig øking í “andlátum vegna vónloysisøði” verið staðfest millum menn úr arbeiðarastættini, ið doyggja av opiodum, rúsdrekka ella sjálvmorði,” sigur Horwitz frá. Hon leggur afturat, at vónloysið verður flutt yvir á børnini, og at serliga dreingirnir vanliga halda uppat og gevast í útbúgvingarskipanini mitt í 20’unum.

Men her hava kristnir dreingir úr arbeiðarastættini ein fyrimun, tí trúgvin “gevur teimum ein sosialan “kapital”, sum vælhavandi tannáringar fáa aðrastaðni frá”. Gjøgnum ungdómsleiðarar og foreldur hjá vinfólki hava kristnir tannáringar fingið eitt net, ið seinni hjálpir teimum at rætta seg eftir reglum og koma sær undan antisosialari atferð, staðfestir jødiski granskarin at enda.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina