Kristnir felagsskapir hjálpa ofrum fyri skógareldinum í Kalifornia
Kirkjur og kristnir felagsskapir vóru millum tey fyrstu, sum veittu hjálp til tey mongu, sum vórðu noydd at flýggja frá húsi og heimi orsakað av ógvusligu skógareldunum í Kalifornia. Deyðstalið veksur fyri hvønn dag í Norðurkalifornia, har meira enn 7.000 bygningar eru brendir í grund.
Fleiri felagsskapir hava sent hjálp til Kalifornia. Teirra millum er neyðhjálparfelagsskapurin Convoy of Hope, sum hevur sent eitt lastbilafylgi við vatni, mati og teppum til fólk, sum noyddust at flýggja yvir háls og herðar, tá eldurin brádliga breiddi seg í teirra øki.
Convoy of Hope hevur fyrr hjálpt ofrum í ódnini Harvey og í eldinum í Redding fyrr í ár.
– Okkara samstarvsfelagar hava beinleiðis atgongd til vatnfløskur og feltsengur, og teir byrjaðu beinanvegin at býta út eftir tørvi til fólk, sum eru rakt av skógareldinum, sigur Jeff Nene, sum er talsmaður fyri Convoy of Hope. Felagsskapurin arbeiðir tætt saman við teimum kristnu kirkjunum í vanlukkuøkinum.
Eisini kirkjuligir medarbeiðarar frá Billy Graham Rapid Responce Team eru staddur í Sacramento, har teir royna at ugga ofrini fyri skógareldinum.
– Prestarnir eru her fyri at hjálpa fólki ígjøgnum bara tann næsta tíman í lívinum. Vit biðja nógv fyri fólkinum á staðnum, fyri sløkkiliðsmonnunum og um, at veðurlagið skal broytast, so vit fáa nógv regn, sigur Al New frá Rapid Responce Team.
Kelda: Udfordringen