Kristnu royna at skapa frið í Ísrael

So hendi tað aftur. Ófriðurin kyknaði aftur í Ísrael, og aftaná nakrar ógvusligar vikur,  sær út til, at friður nøkunlunda er aftur. Tað er hent áður, og tað hendir aftur. Tí ongar lættar loysnir eru uppá ófriðin millum jødar og palestinar.

Og í øllum eru tey kristnu. Ein teirra er formaðurin  fyri Evangelisku samgonguni í Ísrael, Danny Kopp. Hann býr í Jerusalem og tríggir synir hansara plaga at spæla í viðalundini nærindis, Her spæla bæði ísraelar og palestinar fótbólt saman og teir tríggir kristnu synirnir hjá Danny Kopp, 8, 10 og 13 ára gamlir, spæla við. Sum kristnir kunnu teir hjálpa við at skapa sambandið millum hinar.

”Hesir fundir, so smáir teir eru, minna teir stríðandi á, at tað framvegis er møguligt at hava samveru greiðir Danny Kopp frá í Christianity Today-

Eisini Yoel Ben David og kona hansara, Adela búgva í Jerusalem. Hann er fyrrverandi prestur í Immanuelkirkjuni í Keypmannahavn, og tey hava upplivað ófriðin seinastu vikurnar. Grannalag teirra liggur nevniliga beint í stríðsøkinum millum eystara og vestara Jerusalem,  har bæði jødar og arabar búgva lið um lið. Hóast mong uppliva ræðuligu fylgjurnar av ósemjuni tætt hjá, eru tað framvegis menniskjur, sum stríðast fyri at varðveita friðin.

LES EISINI  Møtir um støðuna hjá Jesustrúgvandi jødum í Ísrael

”Um alt Ísrael og serstakliga í grannalagi okkara «Abu Tor», gera menniskjur sítt ítarsta til tess at hava góð viðurskifti yvir um etnisk mørk. Adela og eg hava roynt at fáa í lag samband við teir arabar, sum búgva í grannalagi okkara,” greiðir Yoel frá á Facebook síðuni hjá Ísraelsmissiónini.

Hjúnini ynskja at vera har á ein hjástaddan og praktiskan hátt fyri medmenniskju teirra, og tað er millum annað,  tá Adela hevur leirkeraskeið, og tá tey læra arabiskt fyri at koma betur í samband við grannarnar.

Mong onnur í grannalagnum ynskja eisini at byggja brúgv, og seinastu vikurnar hava verið ymisk tiltøk, har millum annað matur og drekka eru býtt út í sambandi við ramadanin.

”Tað er týdningarmikið at minnast, at tað er eingin «hetja» ella «skálkur” í hesi støðu. Tað eru einans tey, sum vilja kríggj, og tey, sum vilja hava frið.”

Hesum er Danny Kopp samdur í: Tað verður, og heldur óneyvt um hugt verður einans eftir søguni í stórum,  og heldur hann fram: Jesus breyt støðugt út og hitti støðugt eina og hvørja hugsandi menniskju.

LES EISINI  ES vil keypa gass úr Ísrael

Við hesari fyrimynd sendir Danny Kopp dreingir sínar avstað at spæla fótbólt.

Týtt hevur Gunnar Reynslág

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina