Krossfesting í søguligum ljósi

Fyri næstan 2.000 árum síðani hekk ein maður á einum krossi. Hann hevði næstan onga húð eftir á rygginum aftaná at vera pískaður, hann hevði eina krúnu á høvdinum, ið var gjørd av tornum, og uppi yvir høvdi hansara hekk eitt skilti, “INRI” “Jesus úr Nasaret, kongur jødanna”. Mangt kundi verið sagt um Jesus, men tað er ikki tað, ið sjóneykan verður sett á her. Henda greinin fer at hyggja nærri eftir tí, ið varð nýtt at drepa hann, krossurin. Krossurin hevur altíð havt nógv at týða fyri okkum kristnu, men vita vit veruliga, hvat krossurin er fyri nakað?

Hetta er fyrra av tveimum greinum um krossfesting. Henda snýr seg um søguna um krossfesting, og tann seinna snýr seg meira um tann fysiska/lívfrøðiliga partin. (Tær eru tiknar úr eini ritgerð, sum eg havi skrivað á miðnámi. Um onkur vil síggja alla ritgerðina, kann ein skriva til mín á danial@olsen.fo)

Yvirskipað um krossfesting

Krossfesting byrjaði hjá persum. Hetta hevur verið fyri ár 334 f.Kr., tí at tá leyp Alexandur Mikli á persar. Hann tók krossfestingina “til sín” og førdi hana víðari til egyptar, teir til kartagar, og teir til rómverjar.

Tað tekur í miðal 24 til 36 tímar at doyggja av krossfesting. Krossurin vigar í minsta lagi 135 kg, tó kann tað vera ógvuliga ymiskt, tí at tað eru ymisk sløg av krossum. Tað eru krossar, ið eru skaptir sum T, X, t, og annað. Til dømis verður Pætur ápostul sagdur at vera krossfestur við høvdinum niðureftir á einum “t-krossi”, tí hann kendi seg ikki verdan at venda sama veg sum Jesus.

Eitt amboð, ið vanliga varð nýtt áðrenn eina krossfesting, var ein pískur. Hann hevði ofta djórabein í endunum, so at hann kundi skræða so nógva húð av persóninum so skjótt sum gjørligt og so pínufult sum gjørligt.

Eg havi hoyrt, at høvuðsleikarin í “The Passion of the Christ” varð pískaður einaferð av óvart, og at hann bleiv so illa fyri, at hann mátti hava frí restina av degnum.

Ein annar vanligur “siður” var at bróta beinini hjá teimum krossfestu, so krossfestingin skuldi ganga skjótari. Hetta varð nevnt crurifragium. Grundin til, at ein doyr skjótari, tá beinini verða brotin, er, at tann krossfesti lenar seg ofta á beinini, tá hann hevur pausu frá at anda, meira um hetta í seinnu grein.

LES EISINI  Hann bar sjálvur kross sín

Rómverjar

Rómverjar eru nokk teir kendastu, tá tað kemur til krossfesting. Teir byrjaðu fyri ár 73 f.Kr. at krossfesta, tí at Appian skrivar, at teir krossfestu 6.000 menn, sum gjørdu uppreistur móti rómverska ríkinum. Spartakus var herleiðari hjá uppreistrarfólkunum. Hann fór í bardaga móti Crassusi og tapti.

Rómverjar eru kendir, tí teir brúktu krossfestingina soleiðis, sum vit kenna hana. At ein verður pískaður, síðani ber ein krossin til avrættingarstaðin, og síðani verður ein krossfestur. Tann fremsta grundin til at rómverjar krossfestu, man helst hava verið at skapa ræðslu.

Rómverska ríkið var vorðið so stórt, at tað var torført at stýra fólkinum. Tí var neyðugt at skapa ræðslu, og her kemur krossfestingin inn.

Hon er ein tann mest pínufulli og eyðmýkjandi deyðin, hugsast kann. Og legg til merkis, at tey, ið vórðu krossfest, vóru tjóvar, sjórænarar og uppreistrarfólk, tí hesir bólkar eru størsta hóttan móti einum ríki.

Rómverjar hildu á at krossfesta eftir deyða Jesusar. Jødiski søgufrøðingurin Josefus sigur, at í 71 vórðu umleið 600 jødar krossfestir um dagin, í sambandi við uppreisturin í Jerusalem tá. Teir hildu á at krossfesta til ár 341, tá ið Konstantin, tann fyrsti kristni keisarin, tók valdið og bannaði krossfesting.

Krossfesting í muslimska heiminum

Tað er ikki skrivað nøkur ávís tíðarseting, nær muslimar byrjaðu at krossfesta fólk. Tó kann við vissu sigast, at krossfesting er brúkt. Hetta síggja vit í Koranini: (endurgivið úr Koranen med dansk oversættelse og noter af A. S. Madsen, 1989)

“Og troldmændene blev kastet næsegrus til jorden. (Og) de sagde: Vi tror på verdenernes Herre, Moses’ og Arons Herre. Farao sagde: Tror I på ham, førend jeg giver jer tilladelse dertil? Dette er visselig en list, som I har planlagt i byen for at uddrive dens indbyggere fra den, men I skal snart kende (følgerne deraf). Jeg vil sandelig afhugge jeres hænder og jeres fødder på modsat side, derpå vil jeg korsfæste jer alle tilhobe” (Sûra 7,121-125).

LES EISINI  Guds sonur doyði – fyri meg

Eisini verður krossfesting nýtt í meira beinleiðis høpi. Í 5. kapittli verður fyrst nevnt, hvat varð sagt við jødar, tí at jødar vóru teir, ið fyrst fingu opinbering frá Allah, og síðani verður greitt frá, hvat Mohammed legði afturat.

“Af denne grund foreskrev Vi Israels børn, at den, der dræber et menneske, hvis det ikke er for (mord på) et menneske eller for oprør i landet, så skal det (for ham) være, som om han har dræbt hele menneskeheden. Og den, der lader det i live, så skal det (for ham) være, som om han har holdt hele menneskeheden i live. Og Vore sendebud er visselig kommet til dem med klare tegn, men de fleste af dem handlede derpå visselig umådeholdent i landet. Deres løn, som fører krig mod Allah og Hans Sendebud, og som anstrenger sig for at skabe oprør i landet, skal ene og alene være, at de dræbes eller korsfæstes eller at deres hænder og fødder hugges af på modsat side, eller at de fordrives fra landet. Dette vil være til skændsel for dem i denne verden, og i den kommende vil de lide en svær straf – Undtagen de, som angrer, førend I får magt over dem. Vid da, at Allah er Tilgivende, Barmhjertig” (Sûra 5,33-35).

Út frá hesum versum ber til at siga, at krossfesting kann vera revsing til teirra, sum venda muslimsku trúnni bakið.

Krossfesting kemur enn fyri. Í 2012 varð ein 28 ára gamal maður fyrst hálshøgdur og síðani krossfestur, og tað er eisini komið fyri síðani. Eisini verður tað nevnt í summum lógum, at muslimar kunnu krossfesta. Í Iran verður skrivað í lógirnar, at um ein hevur gjørt “Moharebeh” (tað, sum verður nevnt í Sûra 5,34), kann ein verða hongdur á ein kross í tríggjar dagar. Um persónurin kemur livandi frá hendingini, sleppur hann niður aftur og skal um neyðugt fáa hjálp at koma fyri seg aftur, og hann skal verða náðaður. Tó yvirlivir neyvan nakar at hanga á einum krossi í nógvum hita í tríggjar dagar.

Krossfesting aðrastaðni

Krossfesting hevur eisini verið nýtt í Japan. Tað varð hon í 1597, tá 26 kristin blivu krossfest. At byrja við varð hon bert nýtt móti kristnum, men í 1651 varð hon eisini nýtt móti 150 uppreistrarfólkum.

LES EISINI  Krossfesting seinna grein: "Tann mest miskunnarleysa og ræðuligasta revsingin, ið er"

Eisini er krossfesting nýtt undir veraldarbardøgunum. Undir fyrra veraldarbardaga krossfesti herurin hjá Eysturríki-Ungarn onkrar av krígsfangunum, og undir seinna veraldarbardaga verða bæði týskarar og japanarar lagdir undir at hava krossfest krígsfangar.

Krossfesting á Filipsoyggjum langafríggjadag (Mynd: wheresidewalksend.com)

Enn í dag kann ein uppliva krossfesting á summum Filipsoyggjum. Endamálið er tó ikki, at nakar skal doyggja, men heldur at tey lata seg heingja seg á krossin, fyri at vita hvussu Jesus hevði tað, tá ið hann hekk á krossinum. Hetta verður gjørt eina ferð um árið, langafríggjadag.

Fornfrøðiligur útgrevstur

Í 1968 fann Vassilios Tzaferis eina gamla grøv í Givat HaMivtar í Jerusalem. Í grøvini lá ein beinagrind. Jehohanan varð eyðmerktur, við tað at teir týddu navnið á gravsteininum. Tað serstaka við hesum manni var, at hann hevði stórar naglar gjøgnum beinini. Seinni fingu tey eisini staðfest, at hann helst var millum 24 og 28 ár, at hann var 167 cm. høgur og ikki hevði nógvan vøddabygnað. Hetta hildu tey vera tekin um, at hann helst ikki hevði gjørt tungt arbeiði. Fornfrøðingurin Nicu Haas kannaði hann gjølla og staðfesti, at hann var krossfestur.

Høgrumegin beinleivdir frá Jehohanan. Vinstrumegin ein eftirgerð.

Nógvir av fornfrøðingunum gjørdust sera spentir, tí at hetta var og er tann fyrsta og einasta beinagrindin, ið er funnin av einum krossfestum persóni. Hetta kann kanska tykjast løgið, men er tað kortini als ikki, tí teir, ið vórðu krossfestir, høvdu lága støðu í samfelagnum. Líkini vórðu ofta tveitt fyri hundarnar, ella vóru tey hangandi til rovdjórini at taka sær av. Rómverjar hinvegin blivu hálshøgdir ella okkurt líknandi, so sum Paulus ápostul.

Soleiðis varð Jehohanan rættiliga sannlíkt krossfestur.

Ikki øll vóru samd við Haas og hansara ástøði, tó vóru flestu samd í, at persónurin var krossfestur. Zias og Sakeles vóru ikki samdir í, hvar beinini hoyrdu til, tí tað er altíð eitt øgiligt putlispæl at byggja beinagrindir. Heldur ikki vóru teir samdir í, um beinini á Jehohanan vóru brotin. Teir hildu, at tað var ov trupult at meta um tað, tí at beinagrindin var so gomul.

 

(Seinna greinin snýr seg um krossfesting í lívfrøðiligum ljósi.)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina