Krossfesting seinna grein: “Tann mest miskunnarleysa og ræðuligasta revsingin, ið er”

Hetta er seinna grein um krossfesting. Tann fyrra hugdi nærri eftir søguni; henda snýr seg meira um tann fysiska/lívfrøðiliga partin. Gev gætur: Greinin fer í smálutir við deyðshættum av krossfesting og kann tí vera ótespilig at lesa!

Krossfesting er ein av teimum mest ræðuligu deyðunum, ið ein kann fáa. Hetta helt rómverjin Cicero ið hvussu er, tá hann nevndi hann “crudelissimum et teterrimum supplicium”; tað er: “tann mest miskunnarleysa og ræðuligasta revsingin, ið er”. Hetta kann staðfestast, við tað at tann, ið varð krossfestur, ofta varð pískaður hálvt til deyðis og síðani píndur á annan hátt. Eftir tað varð hann noyddur at bera krossin, tó bert ein part av honum, tí at allur krossurin vigaði meira enn 135 kg, bulurin hinvegin vigaði vanliga “bert” 45 kg. Síðan varð persónurin lagdur niður á krossin, so vaktirnir kundu negla hann fastan. Beinini vóru negld í síðurnar á krossinum (sí mynd niðanfyri), hóast flestu málningar av krossfestingina vísa nakað annað. Tá beinini vóru fest, vórðu armarnir antin negldir ella bundnir fastir um krossin. Um persónurin varð negldur, varð tað millum beinini capitati, lunati, triquetrati og hamati í handliðinum. Millum hesi bein liggur høvuðsnervin til hondina, so pínan er ófatilig. Eisini varð ein latin úr klæðunum, so at ein allarflestu førum var spilnakin.

Soleiðis varð tann dømdi vanliga krossfestur

Deyðshættir

Tað eru fleiri hættir, ein kann doyggja av krossfesting: Hjartasteðgur, blóðmangul (hypovolemia), iltmangul (asphyxia), óregluligur hjartasláttur (cardiac arrhythmia) og annað. Her er ein stutt frágreiðing um hesar deyðshættirnar.

Hjartasteðgur

Hjartasteðgur er, tá ið hjartað gevst at sláa. Tá ið ein persónur fær ein hjartasteðg, kann tað vera av ymsum orsøkum: Iltmangul, blóðmangul, blóðproppur og annað. Av hjartasteðginum steðgar alt systemið í kroppinum, tí at alt í kroppinum koyrir uppá føðsluevnir, ið ferðast í blóðinum. Tá ið hjartað gevst at sláa, er onki, ið flytur blóðið runt, og so eru ongi nýggj føðsluevnir til øll gøgnini at nýta. Tað, ið ein doyr av, er, at heilin einki blóð fær. So fær heilin ikki sent nøkur signal runt í kroppin, so sum at anda, royna at fáa hjarta í gongd aftur og annað.

LES EISINI  Guds sonur doyði – fyri meg

Blóðmangul

Tá ið ein persónur manglar blóð, kunnu ógvisligar fylgjur koma. Fyri at gera tað so skilligt og einfalt sum gjørligt, havi eg sett tøl og fylgjur í eina talvu:


Blóðtrýst er býtt sundur í tveir partar. Diastoliskt BT og systoliskt BT. Tað diastoliska BT er blóðtrýstið, ið er millum hvørt hjartaslag, meðan tað systoliska BT er mesta trýstið uppá eitt hjartaslag. Sum vit síggja á talvuni, vaksur tað diastoliska BT í byrjanini; hetta kann geva hjartatrupulleikar, svimbul, at vøddar vikna og annað.

Ein eigur at hava diastoliskt blóðtrýst millum 60-79 og systoliskt millum 90-119. So vit síggja, at tað fær ógvisligar fylgjur fyri blóðtrýstið. Tað er skilligt, at tá ið trýstið millum hvørt slag vaksur, og mesta trýstið fyri hvørt slag minkar, endar tað við einum hjartasteðgi.

Hjartaslátturin er vanligur í byrjanini, tað er 60 og hægri um minuttin. Tað er hvílipulsurin hjá persóninum. Men so skjótt ein missur meira enn 15% av blóði, vaksur pulsurin ógvuliga skjótt, hann endar á 140, og sum greitt frá áðrenn er lítið og onki trýst fyri hvørt slag. Fylgjurnar av hesum eru, at tað verður lagt meira trýst á gøgnini og ikki minst hjartað. Tað kann enda við kolapsi og so hevur ein hjartasteðg.

Andadrátturin er vanligur í byrjanini, millum 12-20 um minuttin. Síðan er hann eisini vaksandi. Í flestu førum er hetta kanska ikki so vandamikið, men í hesum sambandi er tað, tí at persónurin hongur á einum krossi. Sum vit fara at koma inná, er iltmangul tann mest vanligi deyðin á einum krossi. Hetta kemst av, at tað er so pínufult at anda, so persónurin fær als ikki anda, sum hann hevur tørv á.

Mentaliteturin hevur nokk so nógv at siga hjá tí krossfesta, tí ein má hugsa klárt fyri at kunna yvirliva so leingi sum gjørligt. Tí er tað at gerast forvirraður og til síðst at enda í koma, ein deyðadómur, hóast ein longu er deyðadømdur frammanundan.

Iltmangul

Iltmangul er tann mest vanligi deyðin av krossfestingum. Sambært Pierre Baret kemst hetta av tí, at tá ið ein andar, víðkast lunguni og bringan, men av tí at persónurin er negldur fastur, er einki pláss at anda. Tí má persónurin lyfta seg upp fyri at fáa luft. Hetta heldur á, inntil persónurin ikki orkar at lyfta seg upp longur, síðan doyr hann innan fáar minuttir.

LES EISINI  Krossurin – Guds kraft

Tað, sum hendir, tá ið ein ikki fær anda, er at einki ATP verður framleitt. ATP er tað, ið heldur øllum koyrandi. Tað er tað, ið skapar orku, so at ein kann hugsa ella flyta seg. Tað vil siga, at uttan ATP fær hjartað onga orku og heilin onga orku. Tað gongur skjótt, so er ein deyður. Fredrike Zugbie er tó ikki samd við Pierre. Sum eina roynd hongdi hon nøkur sjálvboðin á krossar; tey sluppu niður, tá tey vildu. Hon royndi at seta tey so, at tey høvdu ein vinkul við ørmunum á 60-70o frá tí loddrætta. Tey hingu eina løtu, men av tí at pínan bleiv so stór, máttu tey gevast. Tey søgdu seg tó ikki hava havt nakran trupulleika við at anda. Hon kann tó ikki mótprógva ástøðinum hjá Pierre, tí at royndin, ið hon gjørdi, var ov stutt, og tað var als ikki víst, at tey hingu á tann hátt, sum rómverjar brúktu.

Óregluligur hjartasláttur

Óregluligur hjartasláttur er, tá ið hjartað ikki slær, sum tað skal. Onkuntíð ov seint og onkuntíð ov skjótt. Ymsar orsøkir kunnu vera, yvirbelastningur, stoytur og annað. Óregluligur hjartasláttur er sjáldan tað, ið drepur fólk, men tað er ofta eins og tann fyrsti neistin, ið setur eld á. Óregluligur hjartasláttur kann fremja hjartasteðg, ella bara skapa mangul uppá ilt og onnur evnir, tí at tað kemur ikki nóg nógv blóð runt í kroppinum.

Hjartaklovningur

Hjartaklovningur (en: cardiac rupture) er, tá ið ein av hjartakamarsveggjunum klovnar. Tað er vanliga sjúkur og annað, sum kann føra til hjartaklovning, men summi siga, at sálarligir stoytir eisini kunnu føra til klovningin. Onkustaðni varð eisini sagt, at hjartaklovningur var ein av deyðshættunum av krossfesting. Men hetta er sera ósannlíkt, tí at tey, ið fáa hetta, sum oftast eru 40 ár og eldri.

Deyðatal

Sum vera man eru nærum øll, ið eru blivin krossfest, deyð… ið hvussu so er tey, ið skuldu doyggja. Tey, ið krossfestu seg til “stuttleika”, yvirlivdu sjálvandi øll. Eg havi bara funnið eitt dømi um ein, ið yvirlivdi. Tað verður ikki sagt, hvussu leingi hann hevði hingið, men Josefus sigur frá, at nógv blivu krossfest og teirra millum tríggir vinmenn hansara. So hann fór til Titus og bønaði um at fáa teir tiknar niður aftur. Tað verða teir, og teir fáa góða hjálp, men kortini doyggja tveir og bert ein yvirlivir. Tað merkir, at ongin hevur yvirlivað eina fulla krossfesting við písking, krossfesting og at beinini verða brotin.

LES EISINI  Krossfesting í søguligum ljósi

Samandráttur

Krossfesting er ein revsing, ið varð nýtt mest í Evropa umleið ár 300 f.Kr til 300 e.Kr. Men krossfesting hevur eisini verið nýtt í Asia og Miðeystri. Krossfesting varð sum oftast revsing til uppreistrarfólk, tjóvar og tílík. Men tó eru eisini dømi frá okkara døgum, at krossfesting er nýtt í Miðeystri, hetta sum revsing fyri fráfall frá Allah og fyri at spjaða ræðslu.

Krossfesting er ein av teimum ringastu deyðunum, ein kann fáa. Tað er ein langur deyði, ið vanliga tekur umleið 24-36 tímar. Tann vanligasta deyðsorsøkin er iltmangul, men aðrar orsøkir kunnu til dømis vera hjartasteðgur, blóðmangul og annað.

Ongin hevur yvirlivað eina fulla krossfesting, tað er písking, at bera krossin, at verða negldur á krossin og at beinini síðani verða brotin. Krossfesting byrjaði hjá persum, síðani fór hon til grikkar, síðani víðari til Egyptalands, so til kartagar og at enda til rómverjar. Tó endar tað ikki tá, tí at bæði japanarar og muslimar hava nýtt hana seinni, og enntá onkur av teimum evropeisku londunum hava nýtt krossfesting undir veraldarbardøgunum.

Tað er bert ein beinagrind funnin av einum krossfestum persóni.

Hví gera so nógv burturúr krossfesting? Tí at Jesus, okkara harri og frelsari, varð fyrst pískaður hálvt til deyðis, síðani noyddur at bera krossin út á Golgata, har hann varð negldur á krossin – alt hetta fyri teg og meg.

 

Hesar báðar greinarnar eru tiknar úr eini ritgerð, eg havi skrivað. Um onkur vil hava alla ritgerðina, kann ein skriva til mín á danial@olsen.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina