Lær okkum at biðja

Eitt íkast úr Filippibrævinum til bønarlívið

Henrik Hadberg hevur skrivað greinina, sum er tikin úr Budskabet, sum er eitt blað sum Luthers Mission gevur út.

Bønin verður lyft upp frá okkara lítlu verkætlanum og fær tað stóra yvirlitið, sum evangeliið og felags tænastan geva okkum.

Filippibrævið hevur fleiri avbjóðandi vinklar viðvíkjandi bøn til Guds. Vinklar, sum kunnu endurnýggja okkara hug at biðja, geva bønini meira dýpd og fáa okkum at skilja bønina betur.

Um tú tráðar eftir hesum, les so orðini, sum Heilagur Andi hevur talað til okkum ígjøgnum Filippibrævið.

Takka fyri kristna felagsskapin

“Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg hugsi um tykkum, við tað at eg altíð í hvørji bøn míni við gleði geri bøn fyri tykkum øllum, fyri samfelag tykkara um gleðiboðskapin frá fyrsta degi og líka til nú, fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag” (Fil 1, 3-6).

Tað er einki at ivast í, at tá ið vit takka fyri hvønnannan, so ger tað nakað við felagsskapin. Tað ger nakað við sosiala og andaliga felagsskapin í eini samkomu, tá ið vit takka fyri hvønnannan. Ímynda tær, hvat hendir við umsorgan, gleði og sjálvsfatan, tá ið vit takka Gudi fyri hvønnannan. Ella hvat tað kann gera við ónøgd, baktalu og líkasælu.

Her er ikki talan um eina tilvildarliga tøkk av og á. Nei, tøkkin verður brúkt hvørjaferð Paulus biður fyri sínum vinum og trúarfeløgum í Filippi.

Havi tað sum eitt fast punkt í felags bønini í tykkara bíliubólki, at tit takka Gudi fyri hini í bólkinum, fyri limirnar í stýrinum, fyri børnini og tey ungu, og ikki minst fyri tey, sum hava øðrvísi meiningar, enn tit hava. Hav hetta við á listanum hvørjaferð tú biður heima við hús. Ímynda tær, hvat tað kann gera við teg, tíni børn ella gestir, sum hoyra tína bøn. Eg verði eisini avbjóðaður av orðunum hvørjaferð og altíð. Ikki sum ein byrða ella ein ógjørlig avbjóðing, men sum ein veruligur partur av bønarlívinum: “Eg takki tær fyri hana og hann…”

Legg eisini merki til innihaldið í tøkkini. Fyrst verður samfelagið um gleðiboðskapin nevnt. Takka fyri leiðararnar í sunnudagsskúlanum, fyri tónleikarar og forsangarar til gudstænastuna, tey, sum vaska í missiónshúsinum, og hana, sum dugir so væl at spyrja inn til hini í bíblubólkinum. Men, legg merki til, at bønin verður lyft burtur frá okkara lítlu verkætlanum og heilt upp til veruleikan um gleðiboðskapin. Eitt samfelag um gleðiboðskapin.

Síðani setur tøkkin Guds gerning í okkum í miðdepilin. Hon hevur álit á honum, og hansara gerningi í okkum. Tøkkin hevur ikki álit á bønini í sær sjálvari, men hevur eyguni fest á gleðiboðskapin og Guds gerning. Guds gerning ígjøgnum gleðiboðskapin bæði í fortíð, nútíð og framtíð. Hann vil fullføra.

Bið um, at kærleikin má taka til

“Og hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi, so at tit mega kunna meta um hinar ymissu lutirnar, fyri at tit mega vera reinir og meinaleysir til Krists dag, fyltir við rættferðar frukt, sum fæst við Jesusi Kristi, Gudi til dýrdar og lovs” (Fil 1, 9-11)

LES EISINI  Kirkjurnar í Sri Lanka hava tørv á forbøn

Vit biðja um nógv ymiskt, men hendan bønin er møguliga ein av teimum týdningarmestu hjá okkum at biðja. Vit biðja um, at kærleikin má taka til. Orsøkin til hesa bøn er, at “vit elska, tí hann elskaði okkum fyrst” (1. Jóh 4, 19). Kærleikin vellur fram í Gudi sjálvum. “Gud er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi og Gud í honum” (1. Jóh 4, 16b). Hann lærdi okkum at elska. Við trúnni á Jesus havi vit fingið eitt nýtt sinni. Eitt kærleikssinni. Vit vilja elska bæði Gud og næsta okkara.

Men, hendan bønin er ikki einans um kærleiki, men um meira kærleikin: at kærleikin má vaksa. Tað er so skjótt, at vit gerast nøgd í okkara toliliga kærleika. Men, Gud vil at tín kærleiki skal taka til. Tín kærleiki er vaksin, síðani tú møtti Guds kærleika í Jesusi Kristi. Tann fyrigevandi, sáttargerandi, uppofrandi kærleikin í honum. Tí er neyðugt, at tú altíð hevur eyguni vend ímóti Guds kærleika í Jesusi, soleiðis at tín kærleiki kann endurspegla tann fullkomna kærleikan.

“Kærleiki” kann vera so nógv ymiskt. Kærleiki kann vera sjálvsøkin og sjálvglaður, villur og ósiðiligur ella okkurt heilt annað. Men, Paulus biður her um ein kærleika, sum “má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi”. Ein serligan kunnskap um Guds orð og hansara vilja. Guds góða vilja. Men kunnskapur kann eisini vera kunnskapur um menniskjalív.

Saman við orðinum kunnskapur verður eisini orðið skynsemi brúkt. Kærleikin skal jú ikki vera líkasælur ella óvirkin, men ein ítøkiligur gerningur, eins og Gud framdi sín gerning ígjøgnum Jesus. Kærleikin er ikki fyrst og fremst stór orð, men veruligir gerningar.

Eitt úrslit av tílíkum kærleika er, at vit kunnu “meta um hinar ymissu lutirnar”. Nógv trúgva ella halda, at kristindómurin skal vera sum ein stór handbók við leiðreglum, sum fara í smálutir við øllum í okkara lívi. Men, soleiðis er ikki. Tað er eitt lív saman við frelsaranum, har Jesu kærleiki sleppur at virka ígjøgnum títt lív. Og har mást tú meta…

Meta, soleiðis at títt lív verður “reint og meinaleyst til Krists dag, fylt við rættferðar frukt”. Har stendur ikki, at tú bara kanst gera sum tú vilt, ella tað sum er politiskt rætt. Nei, aðaltátturin í kærleikanum er nógv størri. Aðaltátturin er, at vit skulu vera “sannførir í kærleika” (Ef 4,15).

Hetta við, at kærleikin kann sleppa at liva í tær, hevur einki at gera við, at tú tekur teg saman. Hetta er eitt úrslit av einum lívi saman við Jesusi. Og úrslitið av hesum verður tí eitt lív, sum er Gudi til heiður og æru. Eitt lív, har tú ikki ert í miðdeplinum, men hann: “lambið hitt dripna (er verdugt) at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing” (Opb 5,12)

LES EISINI  Sendið bønarevnir til Ólav

Ger brúk av forbønini

Tí at eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu fyri bøn tykkara og hjálp av anda Jesu Krists” (Fil 1, 19)

Palus sat í fangahúsi, tá ið hann skrivaði Filippibrævið. Har í fongslinum takkar hann fyri forbønirnar frá samkomuni. Hetta er við til at halda mótinum uppi. Paulus kennir eisini Jesu orð: “Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.” (Matt 18, 19-20)

Saman við gleðini um forbøn, so er eisini gleðin um andaligu hjálpina – av anda Jesu Krists. Tað sæst týðiliga, at Paulus kennir til nærveru Andans í sínum lívi. Gud Faðir, Gud Sonur og Gud Heilagi Andi vóru ein nátúrligur partur av lívinum hjá Paulusi. Ein so nátúrligur partur, at hann veit…

Tað er ikki bara nakað, sum hann vónar, men nakað sum hann veit. Hann er fullkomiliga tryggur mitt í eini vónleysari støðu.

Tað er eisini áhugavert at lesa, at forbønin og hjálpin frá anda Jesu Krists síggja út til at ganga hond í hond. Vit skulu ikki halda hánt um forbønina. Faðir okkara hoyrir okkum, tá ið vit biðja. Eisini, tá ið vit biðja fyri onkrum. Tað er fínt, tá ið vit á legum, bíbliuskeiðum og til møti ella gudstænastur bjóða til forbøn. Vit eiga at biðja fyri hvørjum øðrum. Men, tað er eisini gott, tá ið ein bíbliubólkur samlast í bøn fyri eini ávísari søk, ella tá ið heim eftir heim biður fyri trúboðarunum, sum eru sendir út í onnur lond.

Úrslitið av hesum “samarbeiði” millum forbønirnar og anda Jesu Krists er, at Paulus sleppur úr fangahúsinum…ah, tað vita vit faktiskt ikki. Paulus hevði eitt ynski um hetta, men orðingin, sum hann her brúkar, vísir á eitt annað ynski: hetta skal verða mær til frelsu. Hetta kann trúarinnar barn hvíla. Gud kann bjarga mær úr hesi neyð. Men, hann ger eftir sínum vilja. Og tað skal vera mær til frelsu – ja!

Hetta minnir um vinirnar í Dánjals bók: Íðan, eru tit til reiðar, so skjótt sum tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, til at falla niður og tilbiðja standmyndina, sum eg havi latið gera, tá skal hetta verða gloymt; men vilja tit ikki tilbiðja hana, tá skulu tit alt í einum verða varpaðir inn í hin gløðandi ovnin; og hvør er tann gud, ið tá kann bjarga tykkum úr míni hond?« Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego svaraðu Nebukadnezari kongi: »Okkum liggur einki á at svara tær upp á hetta; skuldi hetta borið á, tá er Gud vár, sum vit dýrka, førur fyri at frelsa okkum út úr hesum gløðandi ovni og úr tíni hond, kongur! Men ger hann tað ikki, so skalt tú, kongur, vita, at vit vilja kortini ikki dýrka gud tín ella tilbiðja gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa!« (Dán 3, 15-18).

LES EISINI  Skeið í upplæring til forbøn nærkast...

Kom til Gud við øllum

Vit enda við einum broti úr síðsta kapitli í Filippibrævinum.

Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk” (Fil. 4, 6).

Í hesum brotinum verður heldur ikki eggjað til sjálvhjálp, men heldur til eina realistiska tilgongd til lívið. Gud veit væl, at stúranir kunnu fylla nógv í okkara tilveru. Hjá summum er stúranin nærri enn hjá øðrum. Hjá summum kann stúranin elva til sjúku. Um stúranir hava hertikið títt sinn og tínar kenslur, leita tær so hjálp hjá einum lækna, viðgera ella sálarfrøðingi.

Men í øllum lutum, bæði í gerandis stúranum og tí sjúkliga óttinum fyri morgindegnum, kunnu vit koma við okkara tráan (ynskjum) fram fyri Gud. Tað merkir ikki, at tú t.d. ikki skal fara at tosa við tryggingarmannin ella fara til læknan, men samstundis kanst tú leggja alt hetta í Guds hendur.

Í Norra hava tey orðingina “et bønnebæger” – sum merkir eitt stórt ynski um okkurt ávíst. Hetta ynski sleppur tú at bera víðari til tín himmalska faðir. Tað er hetta lívið, sum vit her verða boðin við í.

Legg merki til, at her ræður tað um tráan tykkara, og ikki bara tíni ynski. Hetta er ein partur av vælsignilsinum, at vera partur av einum felagsskapi. Vit kunnu biðja saman. Vit kunnu biðja fyri hvørjum øðrum. Tá ið eg ikki hava fleiri orð ella bønir, so kunnu mínir vinir taka yvir.

Ein partur av loyndardóminum her er ákallan og bøn við tøkk. Vit takka Gudi í Himli fyri, at hann er tann hann er. Og fyri tað, sum hann hevur gjørt og fer at gera. Vit takka Gudi Faðir fyri Kristus. Fyri frelsuna, sum er óuppiborin náði. Fyri treytaleysu fyrigevingina. Vit prísa honum, tí at hann hevur alt valdi og hann hevur yvirlitið. Vit takka honum fyri hansara umsorgan: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.” (1. Pæt 5, 7).

Tilbiðjanin og ákallanin ávirka okkara fokus. Hann verður miðdepilin, og ikki lítli eg. Tað ger eisini nakað við stúranina.

Hugsa tær, at Gud bjóðar okkum inn í hetta bønarlívið saman við sær. Hann hevur nógv størri áhuga fyri okkara bønum, enn vit hava fyri at biðja.

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11, 28).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina