Landsinnsavnan hjá Bláa Krossi

Í morgin, leygardagin 9. mai, skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Innkomni peningurin fer til at stuðla tveimum verkætlanum, eini í Føroyum og eini í Kjad.

Øll hava rætt til góð barnaár
Øll hava rætt til góð barnaár er ein verkætlan í Føroyum, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsur og rúsdrekka fylla nógv í gerandisdegnum, sjálvi koma í somu trupulleikar seinni í lívinum.
Nøkur av teimum ungu hava úttalað seg alment og sagt, at bólkarnir veruliga hava gjørt mun í teirra lívi.

Sig nei til rúsdrekka og narko
Henda verkætlanin gongur fyri seg í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er ein trý ára verkætlan, ið altjóða Blái Krossur, International Federation of Blue Cross (IFBC) skipar saman við Bláa Krossi í Kjad og Bláa Krossi í Føroyum. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena. Hetta fyribyrgjandi arbeiði fer ætlandi at minka um harðskapin, avmarka sjúkuspreiðing (millum annað AIDS), minka um skaðar í ferðsluni, og geva børnum og ungum eitt sunnari og betri lív. Føroya Landsstýri hevur umvegis Menningarsamstarv júst játtað 400.000 krónur til hesa verkætlanina.

Stuðla á ymiskan hátt
Landsinnsavnanin er leygardagin 9. mai. Tá fara fleiri hundrað sjálvboðin við bússu frá Bláa Krossi at banka á dyrnar hjá fólki. Nógv fólk hava longu játtað at gingið við bússu, men tað er framvegis pláss fyri fleiri. Um onkur annar vil hjálpa til, so ber til at siga frá á tel 773016.
Um ein ikki hevur kontantan pening, so ber tó framvegis til at stuðla. Sum nakað nýtt í ár ber nevniliga til at senda sms til 1910 við boðunum BK. Tá stuðlar ein verkætlanunum við 100 krónum. Til ber eisini at flyta eina gávu á eitt av kontonumrunum hjá Bláa Krossi.
Øll hús í landinum hava fingið kunning sendandi við postinum um landsinnsavnanina.
Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið vilja ganga við bússum, og øllum teimum, ið vilja stuðla arbeiðinum við eini gávu.

Sí annars meira um landsinnsavnanina á blakross.fo