Landsstýrið stuðlar My School”

Beinleiðis skúlasjónvarp hjálpir meira enn trimum milliónum flóttabørnum úr serliga Sýria og Irak at halda áfram við skúlagongdini. Verkætlanin fær stuðul frá SIMBA, og eisini hevur Føroya Landsstýri latið stuðul úr Menningargrunninum til hana.

Støðan er hættislig, og tørvurin ovurhonds stórur á víðari skúlagongd, hjá flóttabørnum í Miðeystri, sum í skundi eru flýdd frá heimi og landi, orsakað av yvirgangi og kríggi. Bara í Sýria standa umleið 4500 skúlar stongdir. Tey flestu av hesum børnum eru savnað í fleiri ymiskum flóttafólkalegum norðanfyri Sýria og Irak.

Av tí at flestøll hava møguleika at síggja sjónvarp,  sjálvt í flóttafólkalegunum, er Sat7-Kids, sum er fyrsta og einasta kristna sjónvarpsrásin, sum røkkur alt Miðeystur og Norðurafrika, eisini byrjað at senda skúlasjónvarp – fimm dagar um vikuna. Undirvíst verður 90 minuttir í arábiskum, enskum og støddfrøði.

“My School” er ein einastandandi møguleiki at kunna halda áfram at geva hesum flóttafólkum undirvísing, sjálvt um tað ikki er í eini vanligari skúlastovu.

– Fyri okkum, sum sjónvarpssendistøð, er tað ein framíhjárættur at vera før fyri at hjálpa hesum flóttabørnum við víðari skúlagongd á ein annan hátt, nevniliga við at síggja sjónvarp. Eisini er møguleiki hjá børnunum, ígjøgnum eina heimasíðu, at fáa fatur á einum slag av próvtøkuspurningum, so tey kunnu fáa prógv uppá tað, tey hava lært, sigur Rita Elmounayer, sum er stjóri og leiðari fyri Sat7-Kids sendirásini.

Ein íløga

– Tá ið vit bjóða undirvísing til hetta mista ættarliðið av flóttafólkum, gera vit ikki bert eina íløgu í teirra framtíð, men í framtíðina hjá øllum arábiska heiminum. Við at læra tey at lesa og skriva, geva vit teimum møguleika at halda áfram við at læra, gerast før fyri at taka støðu í ymiskum sjónarmiðum, vónandi fáa eitt arbeiði og á tann hátt, á ein jaligan hátt, at mynda framtíðar arábiska heimin. Tað er ein stór signing at kunna taka leiðsluna í eini  verkætlan sum hesari, sigur Rita Elmounayer .

Sat7-Kids sendir dygdargott sjónvarp alt samdøgrið, bæði við góðum kristnum tilfari og nú eisini við góðum undirvísingartilfarið bæði til muslimsk og kristin børn. Hetta er kostnaðarmikið, og tí gleðast vit um, at SIMBA eisini kann vera við at fíggja ein part av hesi verkætlan, sum nær heilt inn í flóttafólkalegurnar, har neyðin er størst.

Seinasta ár savnaðu sunnudagsskúlin runt landið, Summargleði og Barnaringur 100.000 krónur, sum vórðu sendar til Sat7-Kids. Vónandi verður úrtøkan eisini góð í ár.

Eisini hevur Løgmansskrivstovan játtað Sat7-Kids stuðul úr grunninum fyri Menningarhjálp, 166.060 kr til verkætlanina “My School” í ár.

Rita Elmounayer er sera takksom fyri stuðulin. Hon kemur eftir ætlan til Føroya í sambandi við Ársmøtið hjá Heimamissiónini 16.apríl 2016. Í hesum sambandi er ætlanin at skipa fyri einum serligum degi fyri allar sunnudagsskúlarnar sunnudagin 17. apríl. Nærri kunning um hetta kemur seinni.