Leguhúsið stilt í desember og tó

Meginpartin av árinum er sera nógv virksemi í Leguhúsinum í Nesvík, og tað er bara vaksið seinastu mongu árini. Tó er vanliga lítið virksemi í jólamánaðinum. Tí er gott høvi at gera umvælingar nú, sum ikki kunnu gerast, tá nógv virksemi er.

Soleiðis er eisini í ár. Fyri tíðina umvæla menn eina av “endastovunum”, sum mest verða nýttar til sovisalar, tá nógv fólk er á legu. Tapetið verður tikið burtur, og so verður spartlað og málað av nýggjum.

Tað eru nógv fólk, sum eru fús at hjálpa til í Leguhúsinum til slíkar og nógvar aðrar uppgávur, ólønt, og tey hava øll sera stóran týdning fyri, at Leguhúsið kann hava so nógv virksemi.