Leiðsluráðstevnan aftur komandi ár

So er Leiðsluráðstevnan 2022 av á hesum sinni, men setið longu nú kross við dýra biðidagsferiuna 2023 (4.-6. mai) til næstu Leiðsluráðstevnu. Stevnan eydnaðist væl og luttakarnir fingu at hoyra spennandi framløgur frá serfrøðingum um evni, sum eru viðkomandi hjá stýrislimum í missións- og meinigheitshúsum kring landið.

Tað gjørdist eitt bæði spennandi og mennandi vikuskifti, ið byrjaði longu hóskvøldið og vardi til leygardag, har tað var lagt upp til, at stýrislimirnir hesuferð skuldu kunnað njóta og taka ímóti av tí góða, sum borðreitt varð við, bæði til maga, høvd og hjarta, og líkt er til, at tiltakið eydnaðist væl, tí prátið gekk óført millum framløgurnar og fólk sá út til at hava nógv at práta um í steðgunum millum fyrilestrarnar. Fleiri limir nýttu eisini høvi í steðgunum til at fáa eitt prát við Steen Palmqvist, sum sjálvur segði seg fáa nógv burturúr og kunna løðast upp, hvørja ferð hann er í Føroyum. Steen og konan fóru avstað aftur mánadagin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina