Lesa um Paulus í 60 dagar

Føroyska bíbliufelagið er farið undir eitt átak á Facebook, har fólk í felag fara at lesa um Paulus ápostul í 60 dagar. Byrjað er við at lesa í Rómverjabrævinum, og ætlanin er at lesa umleið 15-25 vers um dagin.

Til hetta átakið er stovnaður ein bólkur á Facebook, sum fólk kunnu gerast limir í. Higartil eru 870 limir í bólkinum. Bólkurin er ætlaður sum ein stuðulsbólkur, har ein og hvør er vælkomin við sakligum viðmerkingum og spurningum.

Tú kanst gerast limur í facebook-bólkinum, við at trýsta á leinkið: https://www.facebook.com/groups/817695191637591.