Lestur til langa fríggjadag

Úr bókini  “Í fyrstuni var orðið”. Orð: John Myllhamar

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur
Lestur til langa fríggjadag

 

Henda heilaga lesturin skrivar Jesaja í 53. kapitli, ørindini 1-5.

“Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður? Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum. Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki; men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” Amen!

 

Langi fríggjadagur. Ja, í barnaárum tyktist hann øðrvísi enn allir hinir dagarnir í kirkjuni. Har var eingin ávísur tekstur til dagin, sum til hinar halgidagarnar. Øll pínslusøgan var teksturin, ja, eisini Gamla testamenti. Álvarsemi var yvir teimum gomlu, sum sótu har. Altarið stóð myrkt og kalt. Ljósini vóru ikki tendrað. Jesus var píndur og deyður.

Hann rann upp. Óvæntaður. Kvirrur, sum ein kvistur, ið eingin varnaðist. Stóra træið Ísrael var felt. Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram. Ísai var faðir Dávids. Av honum rann upp hin ungi Dávidssonurin, fyri at bera tað falna Dávidsríki til nýggjan stórleika, men stórleika av øðrum slagi enn Dávid hevði bygt. “Úr turrari jørð” spretti hann. Møguleikarnir fyri at vaksa vóru smáir. Tað er ikki væntandi stórvegis vøkstur hjá einum runni, sum stendur í turrari og ringari jørð. Kortini rann hesin kvistur upp.

Soleiðis kom Jesus inn í heimin. Í eini tíð fullari av mótloysi, í eitt land, sum var hersett, til eitt fólk, ið var kúgað. Men hesin kvistur rann upp fyri Guds ásjón. Guds eygu hvíldu yvir honum.

“Hann var hvørki fagur ella glæsliligur, so at tað kundi vera hugnaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum.” Eins og Jesus var føddur undir fátæksligastu umstøðum, var hann eisini uttan ytri dýrd og stórleika. Onkur hevur við hesum ørindi hildið seg kunna sagt, hvussu Jesus sá út, men tað ber neyvan til. Hvussu hann sá út, verður bara hin einstaki at ímynda sær. Bíblian gevur ikki nakra frágreiðing um tað.

Sum tað innara sálarlívið myndar ta ytru menniskjuna, soleiðis var tað helst eisini við Jesusi. Sál hansara var rein og uttan synd. Allur verumáti var merktur av góðsku og kærleika. Hann var stillur, fyrikomandi og eyðmjúkur, men samstundis myndigur og greiður. Atburður hansara var merktur av, at hann hevði frið og tamarhald á sær sjálvum. Men lív hansara var eisini merkt av pínu. Tí pína fylti altíð sál hansara. Ein daglig líðing var tað hjá honum, at síggja syndina í heiminum; og alt lívið hvíldi skuggin av krossinum yvir honum. Hann segði einaferð: “ein dóp havi eg at vera doyptur, og hvør kvíði eg, til hann er liðugur!”

Sum vituligt er, hevur Jesus sæð fólk vera krossfest. Tað var ikki so sjálvdan, at tað hendi. Og leingi hevur hann vitað, at soleiðis fór hann sjálvur at doyggja ein dag. So eingin ivi er um at slíkar hendingar hava fylt hansara innaru menniskju við ræðslu.

Hann var royndur í sjúkdómi. Sum eitt og hvørt annað menniskja, hevur Jesus roynt alt í sínum lívi, eisini sjúku: “royndur á allan hátt sum vit.” stendur tað. Men tann sálarliga píning, sum hann bar alt lívið, var svárast í páskavikuni, tá ið hann var ílatin líðingarskrúð. Hetta er tað, profeturin sipar til, tá ið hann sigur: “So ólík manni og avskeplað var ásjón hans, hann líktist ikki mannanna børnum.” Í sínum mannminkandi búna var Jesus ein, sum tey krógvaðu andlit sítt fyri. Fyri tey, sum væntaðu sær Messias í ytri dýrd, var Jesus eitt vónbrot. Hann var ikki umgivin av nakrari útvortis dýrd. Stillur og eyðmjúkur steig hann fram: “Ikki skal hann rópa og ikki lyfta upp reyst síni og ikki lata mál sítt hoyra á gøtunum.” Eingin ytri vakurleiki ella hátign, sum blindaði tey, sum sóu hann. Við sínum lítillátni royndi hann trúnna hjá menniskjum. Kundu tey í slíkum lítillátnum persóni síggja Guds dýrd? “Sælur er tann, sum ikki fær meinboga av mær,” segði hann.

Men meðan hin stóra fjøldin fór avstað, flokkaðist ein lítil skari um hann í trúgv. Mannamúgvan sá í Kristusi onga dýrd. Men hin lítli flokkurin kundi vitna: “Og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd sum einborni sonurin hevur frá faðirinum, fulla av náði og sannleika.”

 

“Vannvirdur var hann, skýggjaður av fólki, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri.” Eitt er, at eingin varnast okkum, verri er at vera vandirdur. Tað var Jesus. Hann tók ímóti menniskjum við kærleika, tey svaraðu aftur við vanvirðing. Hann gekk runt og gjørdi væl móti teimum; tey komu saman og løgdu ætlanir um at drepa hann. Og tá ið hann gjørdi kærleikans størsta offur við at geva lív sítt fyri tey, stóðu tey við krossin og háðaðu hann. Vanvirdur var hann.

Ringt er at fáa vanvirðing frá óviðkomandi, men ringast er at fáa vanvirðing frá teimum, ein elskar. “Hann var líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri.” Tey vendu sær frá honum, tí tey skýggjaðu hann. So langt var farið. Slík mannminkan! So djúpt niður steig frelsari okkara! Hann, sum hevði alla orsøk at skýggja okkum, var noyddur at síggja at menniskjuni í vanvirðing vendu sær frá honum. Og tó var kærleiki hansara líka ótroyttiligur. Enn í dag bíðar hann við opnum ørmum til tess at fyrigeva.

Til er ein sjálsamur málningur av einum vegi, har tað hongur ein langur skuggi yvir.

 

Skuggin er skapaður sum ein krossur. Sjálvur krossurin sæst ikki, hann stendur einastaðni burtur frá málninginum. Tað sýnir tann álvarsami, myrki skuggin. 53 kapittul í Jesajabók er ein slíkur málningur. Um krossurin sjálvur ikki verður nevndur, hongur tó hin myrki skuggin av honum yvir vegnum, sum her verður lýstur, og sum hin líðandi Messias má ganga.

“Vára kvalir legði hann á seg.” sum í veruleikanum merkir okkara pínu, ið er sterkari orð enn bara at hava ilt. Orðið sigur okkurt um tað, ið varir við. Tí verður ofta hugtakið pína brúkt, tá ið talan er um glatan. Várar kvalir legði hann á seg. Revsaður, sligin av Gudi. Vei tí, sum kemur fyri Guds revsandi slag. Løgið, at menniskjuni kundu sláa hann, sum bara hevði gjørt teimum væl. Uppaftur gátuførari, at hann sum sjálvur var Guds elskaði sonur, skuldi Gud sláa. Og so er tað ikki so løgið, at lagt verður afturat – “og gjørdur neyðarsligur.” Neyðarsligur – útlúgvaður – ússaligur.

Hann var “sundurbrotin.” Tað sterkasta av øllum orðum! Sundurbrotin! At vera særdur er svárt; verri at verða sundurbrotin. Tað, ið er brotið sundur, er fullkomiliga gjørt til einkis. Hann var sundurbrotin vára misgerða vegna! Við tí vóru vit gjørd heil og grødd.

Gævi, at vit ikki vóru so skjótt liðug við at geva okkum far um hansara líðing her í føstutíðini. Tí tann líðing, Jesus leið, var skipaður óndskapur og píning. Ónd menniskju høvdu hugsað hatta út í æsir, hvat, ið kundi pína Jesus mest og hóska best. Hóast hansara neyðarsligu støðu, varð ikki hildið uppat við at pína hann. Eingin samkensla steðgaði teirra ræðuleikum. Til er eisini ein málningur av hendingini langafríggjadag, hann hongur í dómkirkjuni í Antwerpen. Teir báðir ránsmenninir hanga undir liðini á Jesusi. Tað sæst, hvussu annar í svárari pínu roynir at draga ondina. Framman fyri hinum stendur ein rómverskur hermaður. Hann hevur beint tá sligið ránsmannin á fótin fyri at síggja, um lívið er fjarað út. Ránsmaðurin ger eitt skríggj, hann ringir seg saman í tí seinasta stríðnum og slítur annan fótin leysan. Móðir Jesus og Jóhannes orka ikki at síggja hetta, og venda sær burtur. Ein hermaður ríður fram móti Jesusi við spjótinum rættum fram. Maria Magdalena tveitir seg í ráðaloysi og sorg móti hermanninum at forða honum. Men til fánýtis. Hann var píndur og gjørdur neyðarsligur.

“Men av sárum hansara fingu vit heilsubót.” Vit eru øll sjúk, spilt og avskeplað menniskju. Syndin er fyri sálina tað, sum ormaeitur er fyri likamið. Verður eitrið ikki steðgað, gongur tað ein dag at hjartanum og voldir deyðan.

Og áðrenn hetta, herjar hon í likaminum og eitrar blóðið. Men fyri alt hetta er heilsubót í sárum hansara. Tey sár, ið syndin hevur sligið, skal Jesus eymliga grøða. Tey óndu minnir, sum slíta og bróta niður, og sum gera okkum bangin og ótrygg, sleppa vit at gloyma. Í gloymskunar djúpa hav sleppur syndarin at tveita alt hetta. Størsta eydna á jørðini er at eiga syndanna fyrigeving. Av sárum hansara fingu vit heilsubót. Amen!