Lestur til páskadag

Lesturin er tikin úr bókini “Í fyrstuni var orðið” og tað er John Myllhamar, sum hevur skrivað prædikuna.

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur

Lestur til Páskadag

Onnur tekstarøð

Páskadagur

 

Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: »Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!« Sí, eg havi sagt tykkum tað.« Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. Matt 28, 1-8

 

“Seinasti fíggindin, sum verður gjørdur til einkis, er deyðin,” sigur Paulus. Sagt verður, at vit kunnu venja okkum við deyðan, men tað er ikki rætt. Nógvan mótburð kunnu vit venja okkum við, men ikki við deyðan, hóast vit síggja verk hansara hvønn einasta dag. Vit kunnu venja okkum til tað, sum við tíðini kemur at hóska nøkulunda saman, men lívið og deyðin koma ongantíð at hóska saman. Deyðin er og verður ónátúrligur, og tað er ónátúrligt, at vit skulu doyggja. Tað er at fara uttan um veruleikan, tá ið vanligi hugsunarhátturin í heiminum verður, at deyðin er eins nátúrligur og lívið, tí tað er hann ikki. Lívið kann ikki skapa seg sjálvt, tað hoyrir við frá byrjanini av til okkara náttúru. Lívið hoyrir við til at vera eitt menniskja. Hann, ið skapaði okkum, skapaði okkum sum livandi menniskju.

Hann blásti lívið inn í okkum.

Deyðin afturímóti hevur skapað seg sjálvan. Tá ið løkurin verður veiddur frá kelduni, gevst keldan ikki at geva vatn, men løkurin tornar, tí hann fær ikki longur vatn úr kelduni. Soleiðis við mannalívinum, tað tutlaði livandi, tí tað livdi av kelduni. Tá ið syndin kom, sjálvrættvísin, eginvildin, var sambandið millum kelduna og løkin skorið av ella skrúvað fyri, og tí mátti menniskjað doyggja. Men fyri tað verður deyðin ongantíð nátúrligur, hann verður altíð ónátúrligur. Ikki fyrr enn keldan aftur verður veidd til løkin, hevur deyðin mist sín brodd.

 

Og deyðin er ein fíggindi. Hóast vit onkuntíð kunnu halda, at hann ger okkum ein tænastu, at taka tey burtur, sum vit halda fáa tað betri við tað, so verður deyðin kortini altíð ein fíggindi. Deyðan hveppa vit okkum við øll somul. Deyðan kann eingin tosa vakurt um. Deyðin er lívsins fíggindi, tann seinasti fíggindin. Og fíggindar ræðast vit, tí teir gera bara ringt. Teir vilja okkum ann. Fíggindin – deyðin, skapar sorg, sakn, miss av okkara kæru. Eisini um tað er eitt gamalt menniskja, ein gomul mamma ella pápi, omma ella abbi, ið verða tikin frá okkum, so elvir deyðin ein miss, eitt tap, eitt tómrúm við sorg og sakni.

 

Fyri vantrúnna er hann harafturat tað seinasta. Eftirkomarar Ádams settu punktum fyri lívið á gravarbakkanum. Og hvussu hart prestur rópar niður í grøvina ella runt kirkjugarðin um uppreisn likamsins og ævigt lív, so rørir hetta ikki tey, sum har liggja. Oyru teirra eru deyv fyri orðum hansara. Ja, tað er eins og gravirnar rópa upp í andlitið á presti: Tað er ikki satt, sum tú sigur um uppreisn likamsins! Tí halda allir kirkjugarðar og allar gravir í verðini sína stillu prædiku fyri okkum um ævigan deyða.

Við einum undantaki. Tað er kortini ein kirkugarður og ein grøv, sum mótmæla øllum hinum. Hesin kirkjugarðurin var lítil, og har fanst bara ein grøv. Ein maður, ið nevndist Jósef úr Arimateu átti hann.

Ja, ikki satt, nú kenna vit hann aftur frá langa fríggjadegi og páskamorgni. Eingi kristin menniskju gloyma prædikuna, sum hesin kirkjugarður og henda grøv halda. Hann, sum har lá, kann nikka samtykkjandi til prestin og siga: Tað er satt, sum tú sigur! Grøvin var komin at taka um nakað, sum hon ikki orkaði at halda um, har deyðin var noyddur at sleppa takinum. Og tí stendur vón teirra kristnu eisini føst í deyðanum, hann, ið reis upp, hevur vunnið deyðans vald. Hann, sum er frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.

 

Tí eru eingi størri sigursboð send út um hesa jørð enn tey, sum komu úr kirkjugarðinum hjá Jósef úr Arimateu. Tey tíðindini søgdu ikki frá, at so og so mong vóru deyð, men um ein, ið var vorðin livandi, hóast hann hevði verið deyður. Menniskju kunnu drepa, og tað nevna tey, so løgið tað ljóðar, fyri sigur. Men lat ikki hesa fløkjasligu útsøgn forða okkum at skilja, hvat liggur í orðinum, tá ið tað verður brúkt rætt. Tað skuldi verið besta nýtsla av orðinum “sigur,” tá ið tað stendur sum yvirskrift yvir einari slíkari hending sum henni, ið fór fram páskamorgun, tá ið deyðin lá rullaður saman sum línklæði inni í grøvini, og Jesus var risin upp. Og so var tað tó ikki annað enn tað, hann sjálvur frammanundan hevði sagt fór at henda. Fyri menniskju var tað eitt undur, eitt ófatiligt undur. Men tað er, sum um eingilin tekur tað sum nakað heilt nátúrligt, ið lærusveinarnir áttu at vita; tí tað var ikki annað enn, at tað, sum hann hevði lovað, gekk út; ein vitnisburður um at hann stendur við sítt orð, eisini tá ið hann segði nakað, sum teir ikki fataðu. Hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Undrið páskamorgun er fyri øll kristin ein avgerandi vitnisburður um, at Jesu orð eru søgd við tey. Við hesum undri stendur og fellur kristindómurin. Vilja vit ikki trúgva tí, kunnu vit spara okkum ómakin at royna at trúgva á nakað sum helst. Øll trúgv okkara hvílir á sannleikan um hetta undur.

 

Men bara trúgvin sær tað. Tað er tað vakra og løgna við trúnni, at eygu hennara eru salvað, so at hon kann síggja Guds dýrd, har hini ikki síggja hana.

Tá ið Jesus vakti upp Lásarus, segði hann við Martu: Um tú trýrt, skalt tú síggja Guds dýrd, hóast tað enn ikki var annað at síggja enn eitt neyðars lík. Tá ið trúgvin boyggir seg við krossins fót, sær hon Guds dýrd. Fyri vantrúnna er hin krossfesti bara ein hetja ella eitt blóðvitni, sum doyði fyri sína søk. Men trúarinnar eygu síggja aftan fyri líðingina langa fríggjadag Guds dýrd vera opinberaða. Um tú trýrt, skalt tú síggja Guds dýrd.

 

Hon verður opinberað í dópinum, sum fyri heimsins eygum bara er eitt hátíðarhald, knýtt til nakrar dropar av vatni – við altarborðið, sum fyri menniskjum at síggja bara er eitt petti av breyði og ein slettur av víni til minnis um ein, sum langt síðani er deyður. – Halgubók, hesi bók, sum flestu menniskju ongantíð taka í hondina, men við dirvi tveita til viks fyri teirra egnu klóku hugsanir, – í bønini, sum verðsliga sæð bara er frómur heilaspuni og átrúnaðarlig hugtøling, – ja, enntá í deyðanum, sum fyri vantrúnni ongantíð kann gerast annað enn ein gáta ella ein ræðuleiki. Men í deyðans stund síggja trúarinnar salvaðu eygu hann, sum er uppreisnin og lívið.

 

Lat bara deyðan rópa: Higartil og ikki longur! Hetta markið virðir Jesus als ikki, hann spreingir øll mørk, eisini deyðans mark. Og tí endar okkara jørðákastan ikki við orðunum: at mold skalt tú verða, men vit kunnu við treysti skoyta eina reglu uppí: Úr mold skalt tú aftur rísa upp! Tað er ríka vónin, vit eiga í Kristi – uppreisn frá deyðum.

 

Jú, sum kristin síggja vit nokk grøvina, veruliga og klárt, og við vissu um, at einaferð skulu vit hvíla har. Men vit trúgva á eina tóma grøv. Vit trúgva á ein mann, sum um sólarris ein páskamorgun reis upp av deyðum. Ein kristin møtir ikki deyðanum, hann møtir Kristusi. Tá ið vit doyggja, verður ikki sett eitt punktum, men eitt kolon: Nú byrjar ævinleikin.

Vit eru ikki bara deyðamerkt, vit eru eisini krossmerkt. Við hesum sigursmerki fara vit framtíðini á møti.

Tí kunnu vit eisini enda prædikuna við hesi bøn úr einum sálmi eftir Grundtvig:

Ta stund, tá deyðans bleika hond,

ger skilnað millum støv og ond,

og hjarta mítt má kólna.

Sum móðir fevnir barn sítt glað,

tú ber meg inn í lívsins stað,

har ongar blómur følna.

 

Amen!