Lestur til skírhósdag

Úr bókini “Lívið spratt av kærleiks rót”. Orð: Jakob Magnussen

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur
Lestur til skírhósdag

Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við. Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: »Harri, tváar tú føtur mínar?« Jesus svaraði og segði við hann: »Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.« Pætur sigur við hann: »Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!« Jesus svaraði honum: »Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!« Símun Pætur sigur við hann: »Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.« Jesus sigur við hann: »Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.« Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: »Tit eru ikki allir reinir.« Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: »Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla meg »Meistara« og »Harra«, og tit siga rætt; tí at eg eri tað. Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera. Jóh. 13, 1-15

 

Tað er merkiligt, sum vit menniskju kunnu síggja ymiskt upp á somu hending. Sum til dømis Jesu innreið í Jerúsalem pálmasunnudag.

Tað er neyvan ivi um, at ápostlarnir á mangan hátt hava hildið, at tað var nakað stórt, ið hendi tann dagin. Ein stórur pílagrímsskari hevði fagnað Jesusi sum hinum komandi Dávidssoninum. Og barnaskarin inni í býnum hevði tikið undir við lovsonginum og helt fram við at syngja aftaná, at tey vaksnu vóru hildin uppat.

Og tá ið tey, sum keyptu og seldu, og tey, sum ofraðu, ikki hoyrdu lovsongin, fyri gangi og jarman og beljan, so fór Jesus inn í templið og rak handilsmenninar og dýrini út úr templinum og segði: Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.

Lærusveinar Jesu hava helst verið sera væl nøgdir. Jesus var í veruleikanum ein rættur maður, sum kundi seta teir hugstóru leiðararnar í templinum upp á pláss. Og teir gleddu seg til ta løtuna, tá ið Messias fór at skipa rætt við rættlæti fyri hini neyðstøddu í landinum og sláa yvirgangskroppin við sprota muns síns og drepa hin gudleysa við anda varra sína.

Teir vóru væl nøgdir við, at teir høvdu valt at tæna hinum komandi konginum. Og teir hava helst, tá ið teir komu aftur til Betaniu, havt fragd av at siga frá, hvussu láturligt tað var at síggja menn í síðum kjóla renna eftir einum lambi ella einum kálvi, ella at síggja ein, sum stóð óður og hjálparleysur og gánaði upp í luftina, tí dúgvurnar hjá honum vóru farnar á flog.

Og meðan teir stuttleika sær og reypa av Jesu megnargerðum, var ein ung kvinna, hvørs eygu høvdu leitað burtur frá teimum grínandi ápostlunum til meistaran, og tá hevði hon í Jesu eygum lisið nakað, sum menninir ikki høvdu lagt merki til. Hon hevði lisið sorg og vónsvik. Hon skilti, at innreiðin hevði verið miseydnað. Hann hevði ikki verið móttikin sum hin komandi kongurin. Hon svav ikki nógv ta komandi náttina. Hon kundi ikki fáa Jesu andlligt úr tonkum sínum. Og allan dagin eftir tonkti hon bert upp á eitt: hvat skal eg tó gera fyri at gleða Jesus?

Marta og Símun høvdu boðið Jesusi og monnum hansara til nátturða kvøldið eftir. Okkurt mátti hon gera.
Jú, nú visti hon hvat. Hon hevði í sínari tíð keypt eina alabasturkrukku við sera virðismiklum og vælangandi húðsmyrsli. Hon hevði ikki brúkt av henni.

Men hví høvdu teir ikki salvað Jesus til kong har inni í Jerúsalem? Teir fáa jú ongantíð ein annan sum hann.

“Nú veit eg, hvat eg vil. Eg skal salva hann og siga honum, at hann er mín kongur, og til hansara er einki ov dýrt ella ov gott.”

Maria hevði so salvað Jesu høvur, soleiðis sum kongar vórðu salvaðir. Hetta sigur Markus. Jóhannes sigur, at hon salvaði føturnar. Salvan hevur helst rokkið bæði til høvur og føtur.

Og so eru vit komin fram til skírhóskvøld.

Lærusveinar Jesu eru ljóslyntir menn. Teir rokna við, at ráðharrasessirnir eru sera nær, og nú sita teir og trætast um, hvør av teimum, ið mundi vera hin størsti.

Eftir vanligum siði skuldu teir tváa føtur sínar, áðrenn teir settust til borðs. Men teir høvdu ikki fingið trælir, sum kundu vera teimum til handa. Onkur av teimum mátti fara eftir fati og vatni og handklæði. Men hvør skuldi gera tað? Eingin hevði í løtuni hug til tað, tí tað var trælaarbeiði.

Og hetta kvøldið vildi eingin eyðmýkja seg fyri nøkrum av hinum. Jesus situr við borðið og leggur merki til tað sinnalagið, sum ápostlarnir avdúka.

Í trý ár hevði hann roynt at uppala hesar menninar; men enn sat hugmóð og stoltleiki djúpt inni í hvørjum einstøkum hjarta.

Tá reisir hann seg frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tekur ein líndúk og bindur hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílatið og tekur at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.

Hvat vil Jesus so við hesi gerð síni? Tað sigur hann klárt og greitt, tá ið hann er liðugur:

Tit kalla meg “Meistara” og “Harra”, og tit siga rætt; tí at eg eri tað. Tá ið nú eg, harrin og meistarin, hava tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera.

So eru vit í dag, ein skírhósdag, inni í einari kristnari kirkju og minnast eina týðandi hending í Jesu lívi og í lívi ápostlanna.

Tað er klárt og greitt, at ápostlarnir vóru góðir við Jesus, og teir vildu fegnir tæna honum. Hevði meistarin sagt við Pætur: “Kom higar, Pætur, og vaska mær um føturnar!” so hevði Pætur helst gjørt tað uttan at knarra, sjálvt um tað ikki hevði hugað honum serliga væl júst hesa løtuna.

At tæna hinum høgt upphevjaða, tað letur seg siga. Men at tæna einum, sum tú ert í kapping við um ein ráðharrasess, tað er ikki nær til so lætt. Nei, tú mást vera varin, so at tú ikki missir tína sjálvsvirðing, ella ta virðing, sum tú kanska billar tær inn, at aðrir hava fyri tær.

Menniskjubørnini eru ikki nógv broytt síðani hin dagin, tá ið ápostlarnir sótu og trættust inni í einari loftsstovu í Jerúsalem.

Men meistarin sjálvur er ikki bangin fyri at eyðmýkja seg. Hann tekur eitt fyriklæði fyri seg og vatn í eitt fat, og so ger hann tað, sum hinir ikki fingu seg at gera.

Og so sigur hann vinum sínum, at tað, sum hann nú hevur gjørt, eigur at verða eitt fyridømi fyri teir allar. Og soleiðis er hetta orðið varðveitt líka til dagin í dag.

Og tað eru eisini kristnar menniskjur, sum royna at liva eftir hesum orðinum. Og sum brúka hendur sínar við ídni í tænastuni fyri sín næsta. Men tænastuformarnir eru so ymiskir.

Skapari okkara vil at skipan og skil skal vera í okkara kristnu samkomum, og tí gevur hann eisini kirkjuliðum sínum leiðslu. Tí ein samkoma, sum er uttan leiðslu, hon er sum eitt skip uttan róður. Men andaligir leiðarar, sum bert siga øðrum, hvat tey skulu gera, men gloyma sjálvir at tæna, teir eru ikki væl egnaðir í Guds ríkis tænastu.

Tá ið Harrin setur fólk í tænastu, velur hann ofta menn, sum hann sjálvur hevur lært at síggja satt upp á seg sjálvar. Skírhóskvøld var Pætur stórur eftir síni egnu meting. Og tí kundi Jesus ikki henda dagin tosa nógv um tað kallið, sum hann áður hevði givið honum. Men bert siga honum, at hann skuldi verða royndur. Jesus sigur:

Símun, Símun, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð ert vendur um, tá styrk brøður tínar.

Her brúkar Jesus orðið epistrepsas = ert umvendur ella hevur vent tær við. Og tað skal uttan iva merkja: “Tá ið tú einaferð hevur lært at hyggja burtur frá hinum frálíka manninum Símuni og hevur vent eygum tínum ímóti meistara tínum, sum er eyðmjúkur av hjarta, tá.”

Hetta fekk Pætur ikki lært, fyrr enn hann hevði roynt at standa einsamallur í royndum og hevði upplivað sítt egna svik. Men aftan á sítt svik skilti hann, hvussu neyðarsligur eisini hann kundi vera.

Meistarin hevði jú ávarað hann og sagt: Símun, Símun, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta. Grikska orðið eklipe merkir: benda av leið ella rýma undan í bardaga.

Og hervið hevur Jesus sagt við hann, at um hann kemur heilskapaður út úr freisting síni, so er tað ikki vegna hansara dygdir. Hann kundi líka so lætt havt verið ein Judas. Pætur hevði verið noyddur til at síggja inn í sína egnu sál, og hann var vorðin ræddur vegna tað, sum hann hevði sæð.

Men nakrar dagar seinni spurdi Jesus Símun Jónasarson, um hann elskaði seg meira enn hinir. Men tá vóru tey stóru orðini burtur. Tá flýddi hann til hansara, sum hann visti kendi seg til botns, og sum elskaði hann kortini. Og tá kundi Jesus líta honum álitisstarv í hendur.

Skírhóskvøld steðga vit aftur eina løtu við Pætur. Harrin kemur tá til Símun Pætur, og Símun sigur við hann: “Harri, tváar tú føtur mínar?” Jesus svaraði og segði: “Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.” Pætur sigur við hann: “Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” Jesus svaraði honum: “Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!”

Tá skilur Pætur tað álvarsliga í hesum orðinum og biður um at fáa tváað bæði hendur og høvd. Og Jesus svarar: Tann, sum er tváaður; hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær uttan um føturnar; men hann er reinur allur, sum hann er.

Og tit eru reinir, men ikki allir.

Her verður tonkt uppá Judas, skilja vit av tí, sum Jesus sigur.

Tað er lætt at fáa vegdust á ber bein. Um teir allir heimanífrá høvdu vaskað sær, áðrenn teir komu til tað húsið, sum kvøldmáltíðin varð hildin í, so høvdu teir bert fyri neyðini at fáa tað dustið av beinunum, sum túrurin til hetta húsið hevði lagt á tey. Men sipanin til Judas ger tað greitt, at Jesu orð hava dupultan týdning.

Og skal tann tváanin, sum Jesus tosar um, sipa til tann umvendingardópin, sum lærusveinarnir hjá Jóhannesi mátta ígjøgnum ella tann umvendingardópin, sum Jesu egnu lærusveinar framdu, Jesu vegna, so vóru teir allir doyptir við tí dópinum.

Men skal hetta orðið sipa fram til hin komandi kristna dópin, sum kom hvítusunnudag, so vita vit, at Judas fekk ikki lut í hesum dópinum, tí hann valdi sín egna veg og tók sín dóm í egnar hendur.

Men uttan mun til, hvat Jesus her sipar til, so er hetta ein reinsan, sum Jesus gevur vinum sínum, uttan at teir hava hana uppiborna. Tann stóri munurin millum Pætur og Judas var tann, at Pætur vildi játta sítt svik yvir fyri Jesusi og at biðja um fyrigeving, meðan Judas dømdi seg sjálvan við einum náðileysum dómi, í einari roynd eftir at varðveita sína sjálvsvirðing.

Men orðið um fótatváttin peikar fram móti tí, sum kemur aftaná, hina heilagu kvøldmáltíðina. Líkasum vegdust kann leggja seg á skóleysar, sveittandi føtur og gera ein fótatvátt til eina linandi vælgerð, soleiðis kann synd gera sál okkara ónáðir, meðan orðið um Jesu kærleika og hansara sáttargerð veitir okkum eina frígerandi gleði. Aftur og aftur verða vit mint um Jesu kærleiksgávu: Hetta er likam mítt, givið fyri tykkum. Hetta er blóð mítt, úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna.

Kristindómur er felagsskapur. Kirkjan er hitt kristna stórheimið, har Guds børn møtast undir orðinum til í felagsskapi at minnast Jesus og hansara sáttargerð og at siga honum takk fyri, at hann elskaði okkum fyrst, og at hann harvið lærir okkum at elska seg.

Og aftur hoyra vit hann tala: Tann, sum elskar meg, heldur orð mítt. Tann, sum elskar meg, heldur boð míni. Gerið hetta til mínar áminningar!

Boðið er so greitt, at ongum nýtist at misfata tað, og enn minni er tað nøkur grund til at burturforklára tað. Jesus segði: Gerið hetta! Tað eigur at verða okkum nóg mikið.

Judas vildi koyra undir Jesus. Hansara tol var uppi. Nú mátti Jesus avdúka seg, antin sum Messias – ein, sum hann kundi kyssa – ella sum ein svikari, ið tú ikki kundi vera ov góður til at avdúka.

Judas helt fram við at vera Judas hin stóri, og tí kundi hann bert taka dómin yvir sítt svik í egnar hendur. Hann vildi ikki biðja um fyrigeving, men heldur doyggja sum eitt mannfólk, ið hevði mistikið seg.

Og tí kundi hann ikki bjargast. Og tí var forbøn fyri honum vónleys.

Tað sær út, sum tað er sera torført at biðja fyri menniskjum, sum ikki vilja lata seg eyðmýkja, sjálvt um tey vita, at teirra ynskti stórleiki bert er leikur í einari dreymaverð.

Men Jesus hevur framt sína sáttargerð. Og vegurin heim til Guds er gongdur. Og andin og brúðurin siga: Kom! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki.