Logos Hope bar við eitt annað skip – eingin fólkaskaði

Umleið klokkan trý lokala tíð týsdagin stoyttu trúboðaraskipið Logos Hope – fyrrverandi Norrøna – og eitt farmaskip saman í ánni Parana í Argentina. Skipini fingu eitt sindur av skaða, men sigldu víðari við egnari megi, sigur OM Ships International, ið eigur Logos Hope.

Skipini stoyttu saman, tá tey skuldu sigla framvið hvør øðrum. Loðsar vóru umborð á báðum skipunum og tosaðu eisini saman, tá óhappið hendi. Eingin fekk skaða umborð á Logos Hope, men einki verður upplýst um møguligan fólkaskaða umborð á farmaskipinum.

Bæði skipini steðgaðu beinan vegin og kastaðu akker. Lokal strandaverjufólk komu á staðið at meta um støðuna, og allir viðkomandi myndugleikar vórðu kunnaðir.

Skipini fingu bæði eitt sindur av skaða, men hildið varð ikki, at tað var álvarsamt. Tað nýggjasta er, at skaðin á Logos Hope nú er so frægt umvældur, at skipið hevur fingið loyvi at halda fram á ferðini til Buenos Aires.

LES EISINI  Poddvarp: Samrøða við ”Daniel” frá OM
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina