Medallion

Medallion er ein bólkur av messianskum jødum, sum trúgva, at Yeshua, Jesus, er tann lovaði Messias. Trúgv teirra byggir á ta sannroynd, at Jesus uppfylti øll tey bíbilsku messiansku profetiini. Ynski og kall teirra er tí at bera børnum og ungum hesi gleðiboðini, við at gera ymiskt, sunnudagsskúla- og ungdóms tilfar, sum kann hjálpa foreldrum og messianskum meinigheitum at undirvísa børnum og ungum í allari bíbliuni, eisini í nýggja testamenti.

Mál teirra er at framleiða og býta út, námsfrøðiligt, bíbilskt tilfar, við høgari góðsku, so børnini kunnu læra um Jesus, og sum eisini kann verða brúkt sum undirvísingartilfar til lærarar. Ynski teirra er, at børnini læra bíbliuna at kenna, sum kann leiða tey til frelsu. At tey mugu vaksa í trúnni og búnast sum vaksin, til at tæna Harranum alla staðni har tey eru.

Hesum stóra arbeiði fingu vit kvinnur, sum Yad va Lev volontørar, m.a. loyvi til at vera partur av í summar, saman við Debby og Kamesh, tveimum eldsálum í Jerusalem. Spennandi var at hoyra tær siga frá, hvussu nógv hetta arbeiðið var vaksið seinastu árini, og hvussu stórur tørvurin er á tilfari til allar  messiansku sunnudagsskúlarnar og ráðstevnurnar runt landið.

LES EISINI  Ringur við navninum hjá Pilatusi funnin

Í tíðindabrævi frá Medaljon skriva tey soleiðis:

Summarfrítíðin er nú liðug, og børnini eru farin aftur í skúla. Tey koma at fáa nógva fakliga vitan, sum lærir tey at hugsa og mennast, so tey klára seg í hesum lívinum. Men hvussu við tí æviga lívinum? Hendan hugsan eggjar okkum til at menna enn meira tilfar, bæði til børn, foreldur og lærarar, so tey læra Harrans vegir at kenna, og fáa amboð til at leggja Guðs orð niður í børnini.

Tá eg hugsi aftur á summarið, grundi eg yvir hvat Guð hevur gjørt og síggi fram til, hvat Guð fer at gera ígøgnum okkum nú, sigur eitt av starvsfólkunum.

Legurnar hava verið eitt vælsignilsi. Børnini hoyrdu Guðs orðið, lærdu um leiðsluskap, lærusveinaskap, frelsu og nógv onnur evnir.

Lærarnir hava eftirfylgjandi havt eitt gott orðaskiftið um tørvin at brúka orku og tíð saman í familjuni, fyri at styrkja tann andaliga felagskapin.

Vit takka Guði fyri, at børnini hava hoyrt gleðiboðskapin og lisið í bíbliuni í summar

LES EISINI  Ein heilsan úr Ísrael:

Biðið um, at hetta skúlaárið má blíva til frelsu og vøkstur. Biðið um signing og verju fyri lærarunum. Og um verju móti vranglæru og um vísdóm til at standa í sannleikanum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina