Men tit skulu fáa kraft…
Ingolf Johannesen skrivar:
“Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini” (Áps 1,8).
Hetta vóru seinastu orðini av Jesu munni, áðrenn hann fór til Himmals sambært Ápostlasøguni.
Í Lukas 24,49 sigur Jesus: “Tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga”.
Heilagi andin tekur bústað
Hvat er tað, sum ger munin millum eitt menniskja, sum trýr á Jesus, og eitt, sum ikki trýr. Tað eru stórur munur, men høvuðsmunurin er, at Heilagi Andin hevur tikið bústað í tí.
Í Jóhannes 14,16-17 stendur: “Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum, og er í tykkum”.
Heimurin skilur hetta ikki og tolir hetta ikki, hetta er tokutala fyri heiminum, men fyri okkum, sum trúgva á Jesus, er hetta evangelium, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan!
Hvat var munurin hjá lærusveinunum áðrenn og eftir fyrstu hvítusunnu? Tað var, at Heilagi Andin hevði tikið bústað í teimum, teir vóru fyltir við kraft frá tí høga.
Hvussu Andin kom, fara vit at hoyra um á hvítusunnu.
Hvørja ávirkan hevur Heilagi Andin?
Hvørja ávirkan hevur Heilagi Andin nú á døgum her á jørðini? Hann hevur somu ávirkan, somu uppgávu, sum hann hevði ta fyrstu hvítusunnuna.
Vit skulu nerta við nakrar av teimum mest umráðandi uppgávunum, sum Heilagi Andin hevur í dag.
Heilagi Andin ger orðið livandi fyri okkum, so orðið fer frá oyranum til hjartað og talar til okkum.
Sannførir okkum um, at vit eru syndarar, og uttan fyrigeving eru vit glatað.
Heilagi Andin ger orðið um Jesu sáttargerð so livandi fyri okkum, sum eru í neyð av okkara synd og rópa um hjálp, at alt broytist. Orðið um fyrigevingina verður so livandi, at óttin hvørvur, trúgvin verður gjørd livandi, tøkkin veksur innanífrá, vit fáa frímóð og fara at fortelja øðrum hetta, at vitna um tað, sum vit hava upplivað.
Hetta er alt Heilaga Andans verk, vit skilja tað ikki sjálv, tí tað er eitt undur, men vit kenna ávirkanina av tí og kunnu vitna um tað.
Tað var júst tað, sum hendi hjá lærusveinunum fyrstu hvítusunnuna, og teir gjørdu, sum Jesus beyð teimum, fóru at bera hetta víðari út til onnur menniskju, drivnir av Heilaga Andanum.
Tað er grundin til, at hesin boðskapur eisini náddi okkara oyggjar. Og hetta skal halda fram, til Jesus kemur aftur.
Vit eru ongantíð einsamøll
Heilagi Andin verður okkara vegleiðari gjøgnum lívið, ger orðið livandi fyri okkum, tekur orðið fram úr goymsluni og áminnir, agar og uggar okkum.
Heilagi Andin leggur okkum orðið í munnin, tá hann kallar okkum til at vitna ella halda eina talu. Eisini leggur hann okkurt menniskja okkum á hjarta at biðja fyri, ella at fara at vitja.
Heilagi Andin verður okkara vegleiðari, hann talar við okkum, og hann talar gjøgnum okkum.
Heilagi Andin gevur okkum styrki til at liva hvønn dag, bæði tá gongur við, og tá tað gongur í móti. Hann gevur styrki til at møta mótgongd, sjúku, spott og at verða umgingin.
Heilagi Andin gongur í forbøn fyri okkum hjá Faðirinum, hann er altíð hjá okkum, ja, býr í okkum og setur einglaverju um okkum.
Hann býtir út ymiskar náðigávur, sum vit lesa um í Fyrra Korintbrævi 12.,13. og 14. kapittli.
Tí verða vit ongantíð einsamøll, heldur ikki umborð á einum skipi her í Myanmar. Heilagi Andin er við, íbúgvandi og tað er styrkjandi at vita.
Tá lív okkara nærkast endanum, og vit ikki orka meira, so tekur hann yvir, og leiðir okkum heim í dýrdina hjá Gudi. Gud, takk av hjarta fyri Heilaga Andan!
Gleðiliga hvítusunnu!
Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 9 í 2016.