Mín vitnisburður
Eg eiti Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen, eg eri 22 ár og búgvi á Strondum. Eg eri uppvaksin í einum trúgvandi heimi og eri leidd í kirkju og missiónshús heilt frá barnsbeini av. Eg eri uppvaksin í einari góðari samkomu, har eg altíð havi følt meg heima og fingið ábyrgd, sum eg eri vorðin eldri. Eisini havi eg gingið nógv á legu í Nesvík, og har hevur mær dámað væl.
Eg havi hoyrt nógvar vitnisburðar og fleiri, har fólk hava greitt frá um, hvussu Guð møtti teimum, og tey fullu niður á gólvið, ristust og grótu – og tá vistu tey, at tey blivu frelst.
Eina slíka uppliving havi eg ongantíð havt. Eg fái ikki sagt eitt dato ella peika á eina uppliving, ið segði mær, at nú var eg frelst. Eg plagi at siga, at eg bleiv frelst í dópinum og játtaði tað við konfirmatiónini.
Men tað eru heilt víst nakrar upplivingar, ið hava verið stórar fyri meg, ið møguliga hava verið við til, at eg framhaldandi haldi fast við trúnna.
Eg sat til eitt møti fyri fleiri árum síðani. Eg minnist ikki, hvør talaði, men eg minnist, at maðurin bað øll koma fram til pallin, so man kundi fáa forbøn. Eg vildi fegin upp, men eg hugsaði beinanvegin um øll, sum fóru at síggja meg. Tá hoyrdi eg hesi orð ”Skammast tú við Jesus? Hann skammaðist ikki við teg, tá hann hekk á krossinum”. Hesi orð raktu meg, og fingu meg til at reisa meg upp, og fara fram til forbøn.
Síðani hesa hending havi eg mangan upplivað, at eg umaftur og umaftur má koma til Jesus og biðja um fyrigeving, men tá er tað gott at vita, at hann tekur ímóti mær við opnum ørmum.
”Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur” (Jóh 6,37b).