Ung vitna: Lisa á Regni

Eg havi alt mítt lív fylgt Jesusi. Tá eg var yngri, gekk eg í sunnudagskúla og barnaring og nú gangi eg á møti, ungdómsmøti og til onnur líknandi ungdómstiltøk. Eg havi altíð havt trúnna á Jesus, men ikki fyrr enn eg byrjaði at ganga á ungdómsmøti, bleiv tað persónligt fyri mær hvør Jesus var fyri meg. Tá eg byrjaði at ganga á ungdómsmøti var kenslan bara vanlig, eg gekk har tí eg hevði aldur og tí eldri beiggi mín bað meg koma við. Eftir eina tíð, bleiv eg so spurd um eg hevði hug at syngja fyri til møtir, eg havi altíð dámt væl at syngja so eg segði ja.

Tað byrjaði við at eg sang fyri til nøkur ungdómsmøtir í Tabor, har eg vanligt gangi, saman við einum tónleikabólki. Til ungdómsmøtini eru fleiri tónleikabólkar, sum skiftast um at hava tónleikin til møtini. Um somu tíð, vóru vit nøkur ung sum blivu spurd um at syngja nakrar sangir til eitt líti tiltak og eftir tað tiltakið, vóru vit spurd um at syngja til fleiri onnur tiltøk bæði til møtir, jólafest og eisini til jólakalendarin hjá Bubu. Vit fingu navnið Elisha og vit sungu saman í fleiri ár.

LES EISINI  Mín vitnisburður: Sára Eið

Sangur hevur altíð fylt mítt lív nógv, men eg hugsaði ongantíð orduliga um hvat tað var eg sang um. Nú tá eg havi sungið í nøkur ár og eri von við tað, veit eg at tað ikki bara er av tilvild at eg syngi, men at tað er guðs gáva og guðs ætlan. Guð gav mær ein møguleika og eina gávu sum eg kundi brúka, hann vildi hava at eg skuldi boða hansara orð gjøgnum sang og tað er hansara ætlan við mær.

Ikki øll vita hvat guð vil við teimum, men guð hevur eina ætlan við øllum, hann kann brúka okkum øll. Tað einasta vit skulu gera fyri at finna útav hvat guðs ætlan er við okkum, er at biðja guð um at vísa okkum hvar hann vil leiða okkum og so er tað upp til okkum at fylgja hansara ætlan.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina