Ung vitna: Dánial Olsen

Eg havi tað altíð torført at fortelja mín vitnisburð um tá eg kom til frelsu. Tað er ikki tí, at tað er píniligt, men heldur umvent – tað var so “non spesuel”, at tað ikki er vert at nevna, men eg tá eg skuldi fara at velja okkurt, at tosa um kom eg í tankar um ein kristnan, ið kallast David Wood. hann er sosiopat – tað er at ikki kunna vísa samkenslu og at hava tað trupult við øðrum kenslum, (sí hansara vitniðsbur her: Why I Am a Christian (David Wood, Former Atheist’s Conversion Testimony) – YouTube)


Í hansara talu um tá ið hann bleiv frelstur segði hann, at hann helt altíð at tað var so lítið áhugavert, at lurta eftir teimum, ið søgdu ”eg var langt frá Guði, roykti hasj og tað í verri er” tí hann hugsaði ”eg kenni nógv kristin, ið hava gjørt nógv verri ting enn tú”. Tað, sum hann helt var áhugavert var, um ein kristin kom upp og segði ”eg havi ongan vitnisburð, eg havi altíð verið kristin av tí at eg eri uppvaksin hjá mammu og babba. Har hava tey lært meg upp í krisnari trúgv” hann helt at hetta var ein stórur vinisburur í sær sjálvum.

LES EISINI  Vitnisburður: - Undir Guðs náði

So here goes.

Eg eiti Dánial, eg vaks upp í einum vanligum heimi við einum mammu og pápa, har eg alt tað eg minnist, havi verið á møti hvørt sunnukvøld, og fleiri sunnumorgnar í kirkju. Hetta havi eg altíð – eg sigi aftur altíð gjørt – sjálvt tá eg kom í tannáringa aldur og eitt sidnur árenn tað tá ið ein ikki tímur á møti, segði mamma mín ”tú skal vera í minsta lagið ein tíma” so tað gjørdi eg eg kom á møti kl. 17 og fór avstað kl. 18. Hetta gjørdi eg í langa tíð.
Eitt árið – eg minnist ikki heilt – helst umleið 8 ár síðani var eg á summarlegu. Tað hevur nokk verið besta summarlegan í eg havi verið á. Sjálvt um eg onki minnist frá henni. Eg minnist at tað var vitniløta og eg, sum tað stendur í Róm. 10,9 (tí um tú játtar við munni tínum, at jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skal tú vera frelstur) har tók eg ímóti Jesusi eg minnist ikki nær ella hvussu eg gjørdi tað.

LES EISINI  Mín vitnisburður: Hjalgrím F. Højgaard


Eg minnist ikki um eg fortældi tað fyri nøkrum, men eftir leguna haldi eg, at eg fortaldi tað fyri mammu. Óðansæð bleiv eg frelstur. Um tað er nakað ”spennandi” at leggja afturat, er tað at eg tá hevði ein sjúkan pápa. Hann hevði krabbamein og eg var uppringdur tað kvøldið við dagføring um hvussu hann hevði tað.


Eg minnist heldur ikki hvussu hann hevði tað tá. So er tað her at søgan kundi blivi mega spennandi, har eg tók ímøti frelsu og so var alt gott, babba bleiv frískur og vit livdu eydnuríkt allar okkara dagar.


Men so var ikki. Babba doyði uml. ein mána seinni, men á leguni tók eg í móti Jesusi og tað var sum so óheft av um babba var sjúkur ella ikki. Mín holdningur til sjúkuna hjá babba var, at um hann bleiv frískur var Guð stórur, og um hann doyði var Guð stórur, sum sangurin sigur ”Guð er Guð um land alt legðist oyði, Guð er Guð um menniskjan øll doyði”

LES EISINI  Ung vitna á Trúboðanum


Guð er stórur í viðgongd og í mótgongd. Takk fyri frelsuna

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina