Ung vitna: Jóhannes Berthelsen

Eg eri uppvaksin í einum kristnum heimi og havi altíð kent til Jesus, Gud og bíbliuna. Eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla, kirkju, junior, og tá eg bleiv eldri, fór eg eisini á ungdómsmøti og onkuntíð á sunnukvøldsmøti.

Í mínum uppvøkstri hevði eg ongantíð nakað beinleiðis upplivilsi, har eg føldi, at eg bleiv frelstur. Eg visti, at tað stóð í bíbliuni “tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur Róm 10,9” og hetta var tað, ið eg livdi mítt lív eftir. Eg trúði, at Guð var harri og at Jesus var deyður fyri mínar syndir.

Í 2015 var eg á Teenstreet fyri fyrstu ferð, og tað var eitt super upplivilsi. Tá eg var komin heim, fór eg beint á ungdómslegu. Til ein bíbliutíma segði talarin, at um fólk høvdu hug, kundu tey koma fram og hann skuldi biðja fyri fólkinum. Eg fór fram, og hann bað fyri okkum. Tá hann hevði biðið, segði hann, at um onkur hevði brúk fyri privatari forbøn, kundi mann fara til forbøn og samtalu. Eg fór, og hetta var fyrstu ferð eg var til forbøn og samtalu. Har tók ein forbiðjari ímóti mær, og eg segði honum, at eg var ikki sikkur í, um eg var frelstur. Vit bóðu eina bøn um at eg mátti fáa frelsuvissu. Tá ið eg kom aftur var ein lovsangsløta byrjað, og tey sungu sangin “Takk, at tú bart mína byrðu”. Fyrstu orðini, eg hoyrdi, vóru úr seinasta versi – “fríur frá ótta og iva”. Tá bleiv eg rørdur og visti, at eg var frelstur.

LES EISINI  Ung vitna á Trúboðanum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina