Mín vitnisburður

”On the mountains I will bow my life, to the one who set me there.

In the valleys I will lift my eyes, to the one who sees me there!

When I’m standing on the mountain I didn’t get there on my own.

When I’m walking through the valley I know I am not alone.

You’re God of the hills and valleys!”

Eg kann ikki koma undan hesum sanginum tá eg skal byrja mín persónliga vitnisburð, tí eg eri blivin so góð við júst hendan sangin.

Mín persónligi vitnisburður byrjaði longu áðrenn eg var fødd, og byrjar við 2 ungum fólkum av Toftum, sum valdu hvønn annan. Tey høvdu bæði valt at byggja sítt lív á Jesus, og tí var tað eisini tað, sum kom at mynda teirra familju, og mín uppvøkstur sum dóttir teirra. Eisini hevði Guð eina ætlan við mínum lívið, líka sum hann eisini hevur eina ætlan við tær sum lesur hetta.

Jesus hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, og havi eg altíð vita hvør hann er. Tó havi eg stríðst nógv við tankum um at verða góð nokk, acceptera, og um Guð veruliga elskaði meg persónliga. Hetta fylti sera nógv í mínum tonkum allatíð, so sjálvt um eg kendi Jesus og hvør hann var, so hevði eg ikki lovað honum 100% inn um, at fylla tað tómrúmið, sum var innaní.

LES EISINI  Kom og sig frá tínum vitnisburði

Tá eg kom upp í míni tannáringa ár, bleiv eg konfrontera við nógvum ymiskum freistingum og nógv av mínum vinfólki valdu trúnna frá, og eg bleiv noydd at taka eina støðu til hvør Jesus var fyri meg persónliga, og hvussu nógv hann skuldi verða ein partur av mínum lívið frammyvir, ella yvirhøvur.

Tað summarið fór eg á eina ungdómslegu í Nesvík, sum broytti alt. Eg kom inn, og alt sum eg hoyrdi á hesari leguni, kendist sum var tað beinleiðis til mín persónliga. Eg visti tá, at Guð var tann eg hevði hoyrt um allan vegin upp eftir í mínum uppvøkstri, og eg vildi liva mítt lív saman við honum. Tað leguna tók eg persónliga ímóti Jesusi, og vitnaði um hann fyri fyrstu ferð.

Men tað endaði jú ikki har, og er ikki enda enn. Síðani tað hevur lívið saman við Jesusi verði spennandi, avbjóðandi, gevandi, innihaldsríkt og eisini hart til tíðir. Og tankarnir sum eg stríddist við áðrenn, teir stríðist eg enn við og er tað nakað sum eg má arbeiða við alt lívið – men eg veit at teir eru ikki frá Guði. Tí Guð gevur vón, kærleika, gleði, frið og so nógv annað!

LES EISINI  Ung vitna: Jóhannes Berthelsen

Guð hevur ikki lova at tað skal verða lætt, men hann hevur lova at hann skal verða við okkum, og tá vit ikki orka at ganga meira, so berðir hann okkum. Hetta havi eg serliga uppliva tey síðstu 3 árini, har eg havi stríðst við avleiðingar av stórum svikið, har mítt lív sum eg kendi tað áðrenn bleiv vent á høvdið. Angist, óró, lágt sjálvsvirði kom at fylla sera nógv – og hevði eg ringt við at finna Guð í øllum eg var í. Men óansæð mínar umstøður so er Guð góður. Guð ynskir okkum ikki pínu, sorg, svik, sjúku o.a. men hann ynskir okkum eina vónríka framtíð saman við honum. (Jer 29,11)

Eg kundi ikki ímyndað mær at farið í gjøgnum lívið her nirri uttan Jesus! Hann er tann, sum er mín vón, mín frelsari, mín faðir, mín besti vinur og so nógv meira! Uttan hann, so er alt tómt. Sjálvt um eg ikki skilji Guð til fulnar, so er tað bæði frustrerandi og so trygt – tí eg havi valt at leggja mítt lív í hendurnar á einum skapara sum er SO nógv størri enn eg, og mítt vit.

LES EISINI  Ung vitna: Magni Skoradal

Eg havi lært at tað allar viktigasta meðan vit liva her nirri, er at fylla okkum við Jesusi, soleiðis at tað er hann sum fyllir okkara hjarta, og so hann sleppur framat í okkara lívið og fær loyvi at arbeiða við okkum, og vit á tann hátt vaksa tættari honum, og tættari lívinum hann ynskir fyri okkum.

Orðt 4,23: ”Framum alt, ið verður varveitt, varða títt hjarta tí at har er tað at lívið sprettur upp.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina