Mín vitnisburður
Eg eiti Annika Osvaldsdóttir Sørensen, eri 28 ár og vil gjarna deila mín vitnisburð við tykkum.
Eg eri, sum nógv onnur, uppvaksin í einum kristnum heimi, har mamma og pápi hava leitt meg og systkini í sunnudagsskúla, juniormøti og ungdóms- og sunnukvøldsmøti og kirkju. Hetta gjørdi eg, og dámdi mær tað væl sum barn.
Men komin í tannárini byrjaði at gera upp við hetta og tímdi ikki ordiliga við til hesi tiltøkini. Eg arbeiddi tá á matstovu og legði heldur enn gjarna arbeiðsvaktirnar soleiðis, at eg ikki kundi fara á møti. Vinkonurnar og eg byrjaðu so smátt at ganga í býnum sum 14-15 ára gamlar, og eg fekk smakk fyri at ganga í býnum og drekka meg fulla. Tað var stuttligt. Eg livdi í løtuni og vendi Jesusi ryggin. Onki at hugsa um. Ongar konsekvensir. Bara eg. Eg, meg, mær og mítt. Eina tíð livdi eg eitt dupultlív, har eg bæði gekk nógv í býnum, har eg drakk meg fulla og á møti. Býarlívið og aðrar umstøður í lívinum gjørdu, at eg var saman við nógvum drongjum hesa tíðina, tí tað var soleiðis eg uppbygdi mítt virði. Vildi ein drongur hava meg, so var mítt virði so og so høgt, og vildu fleiri hava meg, so vaks virðið samsvarandi. Eg uppbygdi somuleiðis mítt virði upp á, hvat menniskju hildu um meg. Og tá ið mann sær sítt virði upp á henda mátan, ja, so verður mann noyddur at gera ting og vera ting, fyri at fólk skulu dáma teg.
Hetta helt á, og tá eg so eftir 9. flokk vildi sleppa á eftirskúla í Danmark, søgdu mamma og babba, at tað skuldi vera ein kristin eftirskúli. Hetta helt eg vera ræðuliga rotið, men beit í spilta súreplið og fór avstað. Tað, sum eg ikki visti, tá eg fór avstað var, at hetta kom at blíva eitt tað besta árið í mínum lívi. Meðan eg var har, broytti Jesus mítt hjarta, serliga ígjøgnum tær báðar genturnar, sum eg búði saman við. So tá byrjaði mítt lív við Jesusi, og síðani tað hevur alt gingið lætt og væl, og eg havi ongantíð stríðst við nakað síðan – nei, tað passar ikki. Lívið saman við Jesusi er bestemt ikki altíð ein dansur á rósum. Eg syndi hvønn dag og felli ofta í freisting. Gjøgnum hesi 12 árini havi eg eisini stríðst við nógv ting, størri og smærri. Men eg havi ongantíð verið einsamøll. Bæði umstøður og fólk rundanum meg hava broytt seg, men Jesus er hin sami og er altíð við mína lið.
Mítt lív og mítt virði er ikki longur bygt á, hvat onnur halda um meg, men á tann fullkomna Jesus, sum leið ræðuliga pínsludeyðan fyri ófullkomnu meg og reis upp aftur, og er farin at tilbúgva mær ein stað í himli. Eg veit, at eg havi valt tann góða lutin; at tað, sum eg trúgvi, er vegurin, sannleikin og lívið, og ikki bara mín vegur, mín sannleiki og mítt lív, og tað sannføringina takki eg Guði fyri, og vóni tað sama fyri teg, sum lesur. At fylgja Jesusi er ikki tann lættasta avgerðin í mínum lívi, men tann besta, týdningarmesta og haldbarasta. Jesus er eisini deyður fyri teg og tínar syndir, og er eisini farin at tilbúgva tær ein stað í himli.
Og tað er bara tú, sum kanst taka avgerðina fyri teg: Kemur tú við?