Missiónsskeið á Skála

Leygardagin 30. mai 2015 verður skipað fyri missiónsskeiði í Meinigheitshúsinum á Skála. Tað verða Elisabeth Poulsen og Heri Kjærbo, sum bæði hava royndir í altjóða missión, sum undirvísa.
Á bílætinum niðanfyri sæst, at viðkomandi spurningar, sum hava við altjóða missión at gera, verða viðgjørdir.

Neyðugt er við tekning í seinasta lagi mikudagin 27. mai 2015. Tekning fer fram við at senda ein teldupost til heri@mission.fo.