Missiónsvika í Skopun frá mikudegnum
Hesa vikuna er missiónsvika í Skopunar missiónshúsi. Lagt verður fyri mikukvøldið við føstugudstænastu, og síðani verða møti hvørt kvøld til og við sunnukvøldið.
Sum yvirskrift á faldaranum fyri missiónsvikuni eru sett orðini hjá Jesusi: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið” (Jóh 14,6).
Skráin er henda:
Mikudagin 6. mars:
Kl. 20:15 Føstugudstænasta við Jóannesi Purkhús
Aftaná verður drekka í Diduhúsinum
Hósdagin 7. mars:
Kl. 19:00 Møti. Oasubrøður tala og syngja
Fríggjadagur 8. mars:
Kl. 19:00 Møti við Halli Ludvig
Hjørdis og Thomas syngja
Leygardagur 9. mars:
Kl. 19:00 Møti við Solborg og Osbjørn Joensen
Hjørdis og Thomas syngja
Sunnudagur 10. mars:
Kl. 12:00 Gudstænasta við altargongd við Havsteini Klein
Kl. 15:00 Familjumøti við Kristvør Kolden
Kl. 18:00 Møti við Johannesi Martin Olsen
Heimligar sangkreftir luttaka
Bøn og lovsangur hálvan tíma, áðrenn møtini byrja
Leygar- og sunnukvøldið innsavnan til húsið
Drekka verður eftir møtini