Mong tóku seg úr Norsku kirkjuni í fjør

Útivið 20.000 sálir tóku seg úr Norsku kirkjuni í fjør. Hetta er eitt sera stórt tal.

Limaskrásetingin fyri Norsku kirkjuna vísti við ársskiftið, at 19.170 persónar tóku seg úr kirkjuni í 2019, boðar norska Kirkerådet frá. Hetta er næsthægsta tal nakrantíð og er ein øking uppá næstan 7.300 persónar í mun til árið fyri. So mong hava ikki tikið seg úr kirkjuni síðani metárið 2016, tá heili 41.024 søgdu farvæl við kirkjuna. Í 2017 vóru tað 15.424 persónar, sum ikki vildu halda fram í Norsku kirkjuni; talið fyri 2018 var 11.877.

Mong meldaðu seg inn

Samstundis eru tað hvørt ár millum 2.000 og 3.000, sum melda seg inn í kirkjuna. Í fjør vóru tað fleiri, sum gjørdu tað, í mun til tey trý undanfarnu árini. 3.400 persónar meldaðu seg inn í 2019, 2.096 í 2018, 2.443 í 2017 og 3.147 í 2016. Fyri einum ári síðani hevði kirkjan 3.724.857 limir. Hetta talið er nokkso støðugt. Við ársenda í 2018 vóru 71 prosent av øllum norðmonnum limir í Norsku kirkjuni. Tá eru limir, sum eru búsettir uttanlands, ikki roknaðir uppí. Limatalið í prosentum er í løtuni 70, vísa nýggjastu tølini frá Kirkerådet.

Taka tølini í álvara

– Talið á teimum, sum hava sagt seg úr kirkjuni er stórt, og neyðugt er at spyrja, hví so er. Síggja vit her eina ábending um, at kirkjan ikki nøktar tann tørv og ta væntan, sum fólkið hevur? Vit taka slíkar ábendingar í ramasta álvara. Kirkjan hevur rúm fyri øllum. Tá fólk ikki kenna tað soleiðis, er orsøk til sjálvrannsakan hjá øllum, sum hava leiðsluábyrgd í kirkjuni, sigur leiðarin í Kirkjuráðnum, Kristin Gunleiksrud Raaum, sambært eini fráboðan frá ráðnum.

Siðvenja er, at talið á útmeldingum veksur í samband við, at kirkjulimirnir fáa valkort til kirkjuvalið. Í fjør vórðu kortini send út í august, og sera nógv søgdu seg úr kirkjuni um ta tíðina.

– Vit síggja, at august 2019 eru nógv fleiri útmeldingar enn vanligt, 6.475 í august í fjør móti 1.170 í 2018. Eins og við undanfarin kirkjuval síggja nakrir av skrásettu limunum í kirkjuni hetta sum ein góðan møguleika at rudda upp í sínum limaskapi. Eingin, sum ikki ynskir tað, skal vera limur í Norsku kirkjuni, leggur Gunleiksrud Raaum dent á.

 

Kelda: Kristelig Pressekontor

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina