Møta menniskjum á Facebook
– Facebook er bara eitt amboð. Tað fer ikki at broyta alla verðina; í sær sjálvum er tað bara ein platformur. Tú byrjar við tínum kjarnuøki. Hevur tú ein góðan boðskap ella hevur tú eina góða vøru, so kanst tú brúka Facebook til at røkka út til fólk. Tað er ein máti at møta menniskjum, har tey eru, sigur Jákup Justinussen, sum hevur útbúgving í talgildum samskifti og miðlum.
– Facebook er høvuðsmiðilin í Føroyum, tað er eingin ivi um tað. Tað er har, nógv tey flestu fólkini eru, tað er har, fólk brúka nógv mest tíð. So hevur tú aðrar miðlar, sum raka ávísar málbólkar, til dømis Instagram og Snapchat, har rakar tú mest tey yngru fólkini. Men skalt tú raka breiddina, so er tað Facebook.
Hetta sigur Jákup Justinussen, sum er hevur tikið bachelorútbúgving í samskifti og miðlum, og eftir tað masterútbúgving í talgildari marknaðarføring. Í bachelorritgerðini skrivaði hann um politiskt samskifti á sosialum miðlum.
Møta menniskjum, har tey eru
– Hví eru fólk so spent eftir at fylgja við í, hvat fólk gera? Mark Zuckerberg segði tað nakað soleiðis: ”Eitt íkorn uttanfyri tína úthurð kann vera meira viðkomandi fyri teg beint nú enn eitt doyggjandi barn í Afrika”. Tað sigur nakað um, hvat hevur týdning fyri okkum. Barnið í Afrika er meira álvarsamt, men tað eru smáu detaljurnar í gerandisdegnum, sum fanga fólk.
Hann greiðir frá, at Facebook er ein annar máti at møta menniskjum, har tey eru, tí at fólk brúka tíð har.
Øll samrøðan stóð í Trúboðanum, sum kom í hvørt hús 18. november.