Møti aftur í Oyndarfirði
Seinastu tíðina hava verið reglulig møti í missiónshúsinum í Oyndarfirði. Møti hava verið hvørja viku, tí aðruhvørja viku hevur verið vanligt møti leygarkvøld, og aðruhvørja viku hevur verið ungdómsmøti sunnukvøld.
Hóast møti hava verið av og á, so hava reglulig møti ikki verið í Oyndarfirði í fleiri ár. Seinastu tíðina hevur verið øðrvísi, tí húsið hevur verið opið til møti hvørja viku.
Tórun Poulsen, sum er slektað úr Oyndarfirði og fyrr í ár flutti aftur til bygdina, hevur tikið stig til at byrja vanlig møti leygarkvøld í bygdini aftur. Hon sigur, at tað, sum hevur havt mest týdning fyri seg, er at fáa gongd á, og at húsið er opið.
– Eg havi valt at biðið fólk uttanífrá til fyrstu møtini, og tað er soleiðis, at tey koma við bæði talu, sangi og spæli. Fólk hava tikið væl undir við tí. Til tey bæði fyrstu møtini vóru meira enn 30 fólk.
Einki negativt
Tórun greiðir frá, at hon einki negativt hevur merkt ímóti sær í sambandi við, at møtini eru komin í gongd aftur.
– Eg havi ringt og spurt fólk um at koma til bygdina, og tey hava øll verið jalig at ringt til. Fólk hava eisini bjóðað seg fram. Tað fyrsta kvøldið gjørdi eg drekka til møtið, tí eg vildi ikki biðja nakran um tað fyrstu ferð, men tað kvøldið komu tvær og bjóðaðu seg til at baka onkuntíð. Tað sama tað næsta kvøldið.
Ungdómsmøti byrjað
Eisini eru ungdómsmøti byrjað í Oyndarfirði fyri kortum. Ungdómsmøtini eru sunnukvøld. Tað eru ung í Oyndarfirði og á Hellunum, sum hava tikið stig til tað, og har hava eisini verið nógv fólk, og tey ungu hava verið sera glað fyri kvøldini higartil. Til fyrsta ungdómsmøtið vóru eini 60 fólk, bæði úr Oyndarfirði og aðrastaðni.